MEGD hevði í gjár boðið Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum á fund, har tey greiddu frá virksemi teirra. Á fundinum varð komið inn á verandi støðu og avbjóðingar á brekøkinum.
MEGD er meginfelag og tí eisini politiska talirørir vegna tey 24 limafeløgini innan brekøkið.
MEGD arbeiðir við støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek og vísir á yvirfyri myndugleikum, tá breksáttmálin ikki verður hildin. Í hesum sambandi tóku tey upp grein 21, ið viðvíkur talufrælsi, meiningafrælsi og atkoma til upplýsing.
Tá hyggjast skal at samskiftismøguleikum hjá fólki við breki og øðrum avbjóðingum, so fevnir hetta yvir fleiri málsøki. Hóast tað í dag finnast fleiri góðar skipanir og dugnalig fakfólk, so er týðiligt, at tað væntar ein betri samskipan og samstarv millum geirar.
Landsstýrismaðurin segði seg vilja raðfesta, at landsstýrið fær gjørt eina brekpolitiska virkisætlan og at fáa skipað eitt óheft brekumboð, til at hava eftirlit við, at breksáttmálin verður settur í verk í Føroyum og til at hava tann upplýsandi leiklutin um rættindi hjá fólki, ið bera brek.