Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum tók nýggj høli í brúk og samstundis fekk búmerkið sítt og navnið "Liv uttan harðskap".
Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at betra um ambulantu ráðgevingina í Kvinnuhúsinum. Og nú er so latin upp ein harðskapsráðgevingin, ið er ætlað kvinnum og monnum, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum, eins og avvarðandi, sum ofta hava tørv á ráð og vegleiðing í mun til støðuna hjá teirra kæru.
Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, luttók og bar fram røðu. Hon segði millum annað:
Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna:
Góðu tit øll,
- starvsfólk og limir, bæði í nevnd og grunni og øll tit, sum í dag hava leitað tykkum hagar, nú víðkaða ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum tekur nýggj høli í brúk, fær navn og búmerki. Tað er týdningarmikil og søguligur dagur.
Fyrst fari eg at takk fyri at eg varð boðin við og fyri høvi at siga nøkur orð á degnum. Og ikki minst fyri at vera saman við tykkum í dag.
Vilt tú náa nakað skjótt so ger tað so sjálv. Vit tú hinvegin náa langt so ger tað í felag. Tað sigur orðatakið. Tað er eisini nakað um tað, og um at í felag náa vit bæði longst, samstundis sum vit náa teimum varandi úrslitunum, sum koma í drúgvum felagsskapi. Tit í Kvinnuhúsinum eru besta dømi um tað. Tað er longu fleiri ár síðani, at fyrstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar at styrkja arbeiðið við eini harðskapsmóttøku í Føroyum. Tí tørvurin hevur verið har leingi. Tað hava tit sæð og víst á.
Á heysti í 2021 varð arbeiðið við heildarverkætlanum innan harðskapsøkið eftirmett. Ein av niðurstøðunum her var at fáa gongd á arbeiðið við harðskapsmóttøku skjótast gjørligt. Eisini varð mælt til at at gera hetta saman við Kvinnuhúsinum, sum seinastu ára tríggini hevði bygt upp eitt gott tilboð fyri harðskapsrakt í Føroyum. Bæði við Kreppumiðstøð, men eisini við eisini opnari ráðgeving.
Arbeiðsbólkur varð settur við umboðnum bæði úr Almannamálaráðnum og úr nevnd og grunni fyri Kvinnuhúsið. Niðurstøðan varð, at skipast skuldi eitt víðkað ambulant tilboð fyri harðskapsrakt, bæði kvinnur og menn, eins og fyri avvarðandi.
Peningur varð játtaður bæði meðan Elsebeth Mercedes var í landsstýrinum, í tíðini hjá Sólvit Nolsøe varð arbeitt víðari við málinum, og nú eisini í okkara samgongu. So hetta er eitt arbeiði, og eitt ynski, sum gongur yvir fleiri samgongur. Tað er sera positivt og ber boð um at politiska skipanin stendur aftanfyri arbeiði.
Tilmælið ljóðaði samstundis uppá, at tað mátti tryggjast, at tað er skott millum verandi Kreppumiðstøð og so tað ambulanta tilboðið. Tí er leigumálið við KFUM víðkað og hølini nú innrættaði til endamálið, soleiðis sum vit í dag kunnu gleðast um at síggja tey.
Eisini varð mælt til, at hesin parturin við ambulantari ráðgeving skuldi fáa egnan samleika, við navni og búmerki og hesum bíða vit nú spent eftir fer at verða avdúka í dag.
Seinast og ikki minst byrjaði hesin arbeiðsbólkur eina tilgongd við at fáa sett hol á arbeiðið við at lýsa markamóti millum tann veruleika, sum harðskapsrakt liva í og so allar teir myndugleikar og aktørar, sum tey, saman við ráðgevum hagani, tørva at samstarva við í tilgongdini at sleppa burturúr harðskapinum.
Hesin seinasti parturin vísti seg at vera sera umfatandi og neyðugt var at arbeiða víðari við hesum, fyrst í verkætlan saman við Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum og síðani við nýggju heildarverkætlanini um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028, sum fyri trimum vikum síðani varð handað okkum.
I arbeiðinum við heildarætlanini hava tit í Kvinnuhúsinum verið ein berandi súla og tryggja, at tað alla tíðina skal havast fyri eyga hvør avbjóðingin er, hvør stuðul skal til og hvussu vit best flyta okkum fram á veg.
Hjartans tøkk skulu tit hava fyri tað!
Fyrstu átøkini úr heildarætlanini eru longu farin av bakkastokki og fleiri teirra eru orðaði sum framhald og menning av tykkara arbeiði. Nevnast kunnu sálarfrøðilig hjálp og skipan av sjálvhjálparbólkum, sum nú eisini fara at verða í boði hjá monnum og avvarðandi og hjá børnunum, sum flyta á Kreppumiðstøðå við mammu síni. Tilflytarar fáa í boði at luttaka í sjálvhjálparbólkum, skipaðir á enskum máli. Hetta er nýtt, og sera tiltrongt.
Eitt annað ynski hevur verið, at vit eisini í Føroyum fáa sett gongd á at menna eitt tilboð um eftirvernd til harðskapsrakt. Hetta kenna vit úr grannalondunum. Hetta inniber, at vit sum sjálvsagdan lið í arbeiðinum at hjálpa harðskapsraktum, fylgja teimum alla leiðini burturúr lívstøðuni við harðskapi. Hesum arbeiða vit við.
Eitt aðalmál í nýggju heildarverkætlanini um harðskap í parlagi og nærsambondum er ein støðug menning av harðskapsfakligheitini. Hetta skal leggja lunnar undir eina enn betri og breiðari hjálp. Og her er “eitt felags mál” fyri harðskapin lyklaorðið. Harðskapur er enn so tabuseraður, at vit hava ikki felags fatan av hvat harðskapur er og hvørji orð vit brúka.
Tit í Kvinnuhúsinum hava við tykkara fakligu vitan gingið á odda. Við nýggju heildarætlanini fáa tit nú betri arbeiðsorku at røkka partinum til at savna inn, menna og føroyska tilfar at brúka í vísindaligum kanningum, eins væl og til upplýsing og kunning.
Eitt afturvendandi evni, ið borgarar sóknast eftir er, at tað hevði verið eitt stað at venda sær til, tá brúk er fyri hjálp. Einum staði við hollari fakligari vitan at venda sær til dulnevnt, bæði hjá harðskapsraktum, fremjarum, avvarðandi og – ikki minst – hjá fakfólki. Eftir tørvi skal tað frá hesum staði bera til at vísa á neyðugu hjálpina, sum eigur at verða tryggjað øllum harðskapsraktum. Hetta er eisini eitt av átøkunum sum komandi árini verður ment her í Føroyum.
At vit sum samfelag hava flutt okkum rætta vegin, er eingin ivi um. Tó mugu vit ásanna, at tað framvegis er ein larmandi tøgnmentan kring harðskapin í parløgum og nærsambondum. Við einum máli til at seta orð á harðskapin og soleiðis at fáa brotið tøgnina, ber til leggja lunnar undir eina neyðuga hugburðsbroyting. Fyri mong hevur harðskapur verið knýttur at tí sjónliga og likamliga harðskapinum. Nú er tíbetur størri opinleiki um sálarligan harðskap. Man byrjar at seta orð á tað, men hvat er tað í veruleikanum tað snýr seg um? Tað mugu vit framhaldandi tosa um. Materiellur og fíggjarligur harðskapur verður ikki nógv umrøddur, eisini har mugu vit seta orð á. Kynsligur harðskapur byrjar at koma til yvirflatuna og komandi tíðina fara vit uttan iva at hoyra meira um talgildan harðskap og tráfylging. Talgildingin, netið, er blivin ein nýggjur pallur at fremja harðskap uppá. So harðskapur hevur mong andlit. Samanumtikið tørvar okkum øllum at blíva betri til at vísa á hvat liggur í harðskapshugtakinum.
Tað skal vera mítt ynski, at tit við hesum nýggjastu átøkunum og framtíðarætlanum fáa eitt betri støði at arbeiða útfrá og mennast. Vit eiga sum samfelag støðugt at vera uppá vakt og miðvíst stremba eftir at ongin skal noyðast at liva í harðskapi. Tí harðskapur er altíð eitt samfelagsmál og ongantíð eitt privatmál. Harðskapur er ein samfelagstrupulleiki. Harðskapur er ólógligur og skal ongantíð góðtakast ella rættvísgerast. Hetta fara vit at standa saman um.
Bestu eydnu og blíðan byr
Takk fyri