Løgtingið samtykt at arbeiðið at dagføra verandi vardar bústaðir heldur fram
Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt broytingaruppskotið um at leingja og hækka játtanina til at dagføra verandi vardar bústaðir. Lógin varð upprunaliga samtykt í 2020, og er endamálið, enn sum áður, at bøta um umstøðurnar á verandi bústovnum.
Síðani lógin varð samtykt er væl fingið burtur úr, serliga havandi í huga, at prísirnir eru munandi hækkaðir, eftir at lógin varð samtykt. Til samans eru 9 nýggj búpláss útvegað, samstundis sum fleiri av verandi bústovnum eru dagførdir í mun til brunakrøv, atkomu, ljóð, ljós, ventilatión o.a.
Tað er framhaldandi tørvur á at dagføra nakrar av verandi bústovnum. Tað snýr seg serliga um at betra um brunatrygdina, atkomuviðurskiftini, trygd, orku, inniklima o.a. Harumframt er ætlanin at brúka játtanina til aðrar fyriskipanir heimilaðar í lógini um almannatrygd og tænastur, eitt nú til hjálp í sambandi við harðskap.
Løgtingslógin er nú longd fram til 31. desember 2027 og fíggjarkarmurin hækkaður við 8,5 mió. kr. til tess at halda fram við at dagføra verandi bústovnar.