Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag borið uppskot um løgtingslóg um Brekumboð niðan í Løgtingið.
Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum, og skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Í hesum sambandi skal Brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
Uppskotið til løgtingslóg um Brekumboð varð lagt fram í Løgtinginum í dag. Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður eftir jól.
Lógaruppskotið kann lesast HER