Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt lógina um framtíðarfulltrú, ið er ein nýggj føroyskt lóg, ið styrkir um sjálvsavgerðarrættin hjá hinum einstaka.
Framtíðarfulltrúin verður sostatt stovnað, meðan vit enn eru frísk og før, og ikki sett í gildi, fyrr enn umstøðurnar eru soleiðis, at vit hava tørv á hjálp til okkara fíggjarligu og persónligu viðurskifti.
Endamálið við skipanini er at styrkja um sjálvsavgerðarrættin og gera tað møguligt hjá borgarum undir skipaðum viðurskiftum at hava ávirkan á egna lív og framtíðar viðurskifti. Talan er um eina sjálvbodna skipan og eitt tilboð til borgaran, sum sjálvur ger av, um viðkomandi ynskir at nýta skipanina. Líknandi skipan hevur verið galdandi í øðrum londum í fleiri ár, eitt nú í Danmark, við góðum royndum, og hevur MEGD heitt á landsstýriskvinnuna um at gera eina slíka lóg fyri Føroyar.
Landsstýriskvinnan fegnast um at eitt samt Løgting tók undir við málinum.