MEGD hevur í dag vitjað landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.
MEGD er meginfelagið fyri 24 limafeløg á brekøkinum, sum í alt hava fleiri enn 4.000 limir.
Á fundinum nýtti MEGD høvið at greiða landsstýriskvinnuni frá um teirra virksemi, og hvørji mál, tey meta hava stóran týdning at raðfesta á brekøkinum.
MEGD vísti eisini á týdningin av at fólk, ið bera brek, verða hoyrd í øllum, sum viðvíkur teimum, og at tað er í góðum samstarvi at vit fáa bestu úrslitini.
Á fundinum greiddi landsstýriskvinnan frá hvørjar ætlanir, hon hevði á brekøkinum, og at hon sær fram til eitt gott samstarv við MEGD hetta valskeiðið.
Á myndini:
Sirið Stenberg, Landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálum, Tóra við Keldu, Forkvinna í MEGD og Bárður Atlason Ísheim, Aðalskrivari hjá MEGD