Tvey stuðulsumfør verða í 2023. Freistin fyri at søkja um miðlastuðul til ítøkiligar verkætlanir (verkætlanarstuðul) er 22. mai 2023 kl. 12.00, og freistin at søkja miðlastuðul til skjalprógvaðar útreiðslur (rakstrarstuðul) er 22. august 2023 kl. 12.00.
2 milliónir til rakstur og verkætlanir
2 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul í 2023.
70 % av játtanini verða latin verkætlanum, ið leggja seg eftir at gera loftborið og skrivligt tilfar við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.
30 % av játtanini verða latin grundað á lønarútreiðslum hjá viðkomandi miðlum í fjør.
Hvør kann søkja?
Allir sjálvstøðugir miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum millum annað hava eitt breitt redaktionelt tilfar, ið vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum við aktuellum tíðindatilfari, kunnu søkja.
Harumframt er tað ein treyt, at prentaðir miðlar koma út í minstalagi eina ferð um vikuna, og at skrivaðir tíðindanetmiðlar og loftbornir tíðindamiðlar skulu hava ein dagligan, javnan og dagførdan tíðindastreym.
Hvat kann søkjast um?
Verkætlanarstuðul verður latin til virksemi, ið verður framt í eitt avmarkað tíðarskeið við einum ítøkiligum endamáli og úrsliti. Tann verkætlanin, ið nevndin sambært ávísum metingarpelum (innihald, kostnaður og royndir hjá verkætlanarfólki) metir vera best, fær fullan stuðul. Síðan fær næstbesta verkætlanin, triðbesta verkætlanin og so framvegis stuðul, inntil játtanin er uppi, ella nevndin ikki metir, at nøkur nøktandi verkætlan er eftir at lata stuðul til.
Rakstrarstuðul verður gjørdur upp við støði í góðkenda roknskapinum hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki undanfarna roknskaparár og verður latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum til teir miðlar, ið lúka treytirnar fyri miðlastuðul annars.
Hvat skal leggjast við?
Miðlar, ið vilja søkja um miðlastuðul, skulu útfylla og senda viðkomandi umsóknarblað. Miðlar, ið ynskja at søkja um rakstrarstuðul, skulu leggja góðkendan roknskap fyri 2022 við. Tað er av stórum týdningi, at miðlar lesa vegleiðingina til umsóknarbløðini væl, áðrenn umsóknin verður send.
Bert eitt stuðulsumfar til verkætlanir
Tað fer at bera til at søkja um verkætlanarstuðul eina ferð í ár í mun til undanfarna ár, tá tvey umfør vóru til verkætlanarstuðul. Orsøkin til broytingina er, at mett verður, at stuðulin við hesum verður latin til ein breiðari skara av verkætlanum og miðlum.
Fyri at søkja um miðlastuðul í 2023 skulu umsóknarbløðini útfyllast og sendast til midlastudul@ammr.fo.
Umsóknarbløðini og vegleiðingar finnur tú her.