11.04.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

MIÐLASTUÐUL 2025

MIÐLASTUÐUL 2025

Tvey stuðulsumfør verða í 2025.

Freistin at søkja miðlastuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur (lønarútreiðslustuðul) er fríggjadagin 23. mai 2025 kl. 12.00.

Freistin at søkja um miðlastuðul til ítøkiligar verkætlanir (verkætlanarstuðul) er fríggjadagin 29. august 2025 kl. 12.00.

2,9 milliónir til rakstur og verkætlanir
2,9 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul í 2025.

30 % av játtanini verða latin grundað á lønarútreiðslur hjá viðkomandi miðlum í fjør.

70 % av játtanini verða latin verkætlanum, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Hvør kann søkja?
Allir sjálvstøðugir miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum millum annað hava eitt breitt redaktionelt tilfar, ið vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum við aktuellum tíðindatilfari, kunnu søkja.

Harumframt er tað ein treyt, at prentaðir miðlar koma út í minsta lagi eina ferð um vikuna, og at skrivaðir tíðindanetmiðlar og loftbornir tíðindamiðlar skulu hava ein dagligan, javnan og dagførdan tíðindastreym. Tá ið søkt verður um verkætlanarstuðul, skal umsøkjari greiða frá, hvussu útbreiðslan fer at verða framd í verki.

Hvat kann søkjast um?

Lønarstuðul
Søkjast kann um stuðul til lønarútreiðslur. Stuðulin verður gjørdur upp við støði í góðkenda roknskapinum hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki undanfarna roknskaparár og verður latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum til teir miðlar, ið lúka treytirnar fyri miðlastuðli annars.

Tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða journalistisk eyðkenni at galda sum metingarstøði. Mett verður um journalistiska dygd og samfelagsligt virði við støði í upplýsingum, ið umsøkjari hevur latið Miðlastuðulsnevndini.

Verkætlanarstuðul
Tað ber til at søkja um verkætlanarstuðul eina ferð um árið. Tó kann eitt nýtt umfar koma fyri, um allur stuðulin ikki kann játtast í fyrsta umfari.       

Stuðulin verður latin soleiðis, at helmingurin av stuðlinum til eina verkætlanin verður útgoldin, tá ið stuðulin verður játtaður. Hin helmingurin kann verða útgoldin, tá ið miðilin boðar nevndini frá, at verkætlanin er endað. Útgoldin stuðul kann verða kravdur aftur, um umsøkjari ikki lýkur treytirnar fyri stuðli, haruppí um stuðul ikki verður nýttur til endamálið ella um endaliga verkætlanin ikki í nóg stóran mun samsvarar við umsóknini. 

Í sambandi við, at ein verkætlan endar, skal miðilin lata nevndini frágreiðing (útfylla oyðublaðið ‘Verkætlan endað’) og roknskap fyri verkætlanina, umframt at nevndin skal hava verkætlanartilfarið til gjøgnumgongdar.

Nevndin mælir staðiliga til, at miðilin setir seg væl inn í, hvussu hetta skal gerast. Nevndin kann ikki taka støðu til seinna útgjald, fyrr enn viðkomandi tilfar er sent nevndini. Víst verður til vegleiðingina í umsóknarblaðnum, har mannagongdin er lýst nærri.

Umsóknir og umsóknarbløð
Fyri at søkja um miðlastuðul skal umsóknarblað útfyllast og sendast til midlastudul@ammr.fo. Er talan um fleiri verkætlanir frá sama umsøkjara, skal eitt umsóknarblað útfyllast fyri hvørja verkætlan.

Nevndin mælir til, at umsóknir verða sendar umvegis teldupost. Umsøkjarar, sum vilja senda umsókn vil vanligum posti, skulu stíla brævið til Miðlastuðulsnevndina og senda tað til Almanna- og mentamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn.

Umsóknir um miðlastuðul skulu vera Miðlastuðulsnevndini í hendi áðrenn ásettu freistirnar. Umsóknir, sum eru nevndini í hendi eftir freistirnar, kunnu ikki væntast at verða viðgjørdar. Hetta er galdandi fyri øll stuðulsumfør.

Hvat skal leggjast við?
Miðlar, ið vilja søkja um miðlastuðul, skulu útfylla og senda viðkomandi umsóknarblað. Miðlar, ið ynskja at søkja um rakstrarstuðul, skulu leggja góðkendan roknskap fyri 2024 við.

Tað er av stórum týdningi, at miðlar lesa vegleiðingina til umsóknarbløðini væl, áðrenn umsóknin verður send.

Umsóknarbløð og vegleiðingar kunnu finnast her.