Tvær milliónir krónur vóru settar av á fíggjarlógini fyri 2022 til miðlastuðul.
Miðlastuðulsnevndin hevur latið sjey miðlum og 17 verkætlanum stuðul í ár. Hesir miðlar eru Dimmalætting, FM1, Portal.fo, Sosialurin, Vágaportalurin, Norðlýsið og JN.fo.
Í ár er miðlastuðulin á fyrsta sinni latin sambært nýggju miðlastuðulslógini, og stuðulin er latin í tveimum umførum í vár og í vetur.
Nýggja lógin førir við sær, at stuðulin, eins og áður, verður latin til rakstur við støði í lønarútreiðslunum hjá miðlinum árið fyri, men at nú verður stuðul eisini latin til serstakar miðlaverkætlanir.
Verkætlanarstuðul kann verða latin til miðlar, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Talan kann vera um eitt nú greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a.
30 % av játtanini verður latin til rakstur, og 70 % av játtanini verður latin til verkætlanir.
Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í oktober í 2022. Hallbera West varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannensen varð valdur sambært tilvevning frá Føroysk miðlafólk, og Bjørk Maria Kunoy varð vald sum forkvinna sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya. Varafólk teirra eru Sigrún Hallursdóttir Brend, Martin N. Simonsen og Dánjal Højgaard. Nevndin hevur í viðgerðini av umsóknunum fylgt leistinum frá seinasta stuðulsumfari og undanfarin ár við einari lutfalsliga breiðari tulking av treytunum, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.
Miðlastuðul fyri 2023 verður eftir ætlan latin aftur í vár. Nærri kunning og vegleiðing verða lýst á heimasíðuni hjá avvarðandi ráði í næstum.
Les alla kunnningina um miðalstuðul fyri 2022 HER