Tvær milliónir krónur vóru settar av á fíggjarlógini fyri 2023 til miðlastuðul.
Miðlastuðulsnevndin hevur latið 14 verkætlanum og fimm miðlum hendan stuðul. Stuðulin er latin sum verkætlanarstuðul og sum stuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur.
Sambært miðlastuðulslógini verða 70% av játtanini latnar til verkætlanir og 30% til lønarstuðul. Í krónum skal sostatt latast kr. 1.400.000 til verkætlanir og kr. 600.000 til skjalprógvaðar lønarútreiðslur.
Verkætlanarstuðul
Verkætlanarstuðul kann verða latin til miðlar, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Talan kann vera um eitt nú greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a.
Miðlastuðulsnevndin tók á fundi 20. juni 2023 endaliga avgerð um at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í 2023.
Tilsamans vórðu 57 umsóknir latnar inn.
Stuðul til lønarútreiðslur
Stuðul til lønarútreiðslur kann verða latin til miðlar, sum hava skjalprógvaðar lønarútreiðslur undanfarna roknskaparár.
Á fundi 11. januar 2024 tók Miðlastuðulsnevndin endaliga avgerð um játtan av miðlastuðli til skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Játtanin til hendan stuðul var tilsamans kr. 600.000.
Sjey miðlar søktu um hendan miðlastuðulin.
Nýggj nevnd
Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í september í 2023. Runa Preeti varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannessen varð valdur sambært tilnevning frá Føroysk miðlafólk, og Janus Haraldsen varð valdur sum formaður sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya.
Varafólk teirra eru ávikavist Martin N. Simonsen, Sigrún Halldórsdóttir Brend, og Anna Rein.
Økt játtan í 2024.
Løgtingið samtykti fyri jól fíggjarlógina fyri 2024. Játtanin til miðlastuðul varð økt við kr. 900.000 til kr. 2.900.000, umframt at kr. 100.000 vórðu játtaðar til umsitingina hjá nevndini.
Les alla kunnningina um miðalstuðul fyri 2023 HER