
Seinnapartin í gjár var móttøka á Eiragarði 16 í Havn, í sambandi við, at bygningurin er høvuðsumvældur. Hetta er partur av lógini um dagføring av vardum bústøðum, sum varð samtykt í 2020.
Talan er um sambýli, har 20 fólk húsast, sum hava tørv á nógvum stuðli og røkt.
Á Eirargarði 16 verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Við støði í tí einstaka verður arbeitt við at menna førleikarnar hjá viðkomandi. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.
Landsverk hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendi, og undir móttøkuni segði Sámal Ímundarson verkætlanarleiðari nøkur orð um tilgongdina og verkætlanina. Síðani framførdi Magni Christiansen nøkur løg, og øll fingu høvið til at ganga runt og hyggja eftir snøggu hølunum.