Seinnapartin i gjár var móttøka í sambandi við at fýra nýggjar íbúðir eru settar í stand og latnar Almannaverkinum aftur. Hetta er partur av lógini um dagføring av vardum bústøðum, sum varð samtykt í 2020. Talan er um fýra íbúðir á 55-58 fermetrar netto við bæði goymslumøkuleika og felagsøki, sum verða skipaðar sum eitt fyribils bútilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum. Hesar íbúðir verða til fólk, ið eru komin so mikið væl fyri seg, at tey eru ávegis at megna eitt sjálvbjargið lív.
Landsverk hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendir. BE Smíð hevur staðið fyri útskifting av tekju, ið varð gjørt á vári í 2021. Dygdarverk hevur havt restina av arbeiðinum arbeiðinum um hendi, ið hevur staðið í ger tíðarskeiðið august 2021 til oktober 2022.