27.04.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Móttøka á Skálagarði í Klaksvík

Móttøka á Skálagarði í Klaksvík
Seinnapartin í dag var móttøka í sambandi við at Skálagarður í Klaksvík læt upp. 
 
Skálagarður er fyrsti rehabiliteringsdepil í Føroyum. Á Skálagarði eru átta búpláss, fýra umlættingarpláss og trý pláss til fólk, sum eru í eini avkláringartilgongd.
 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, helt røðu, har hon millum annað segði: 
Tann hjálp, sum fólk kunnu fáa á Skálgarði, er hart tiltrongd hjá nógvum. Í mong ár hava vit havt tørv á tí tænastu, sum Skálagarður nú kann veita. At geva fólki, sum hava fingið skaða í heilan, eina góða, fakliga og dygga tænastu. Eitt heildartilboð, sum kann gera, at fólk endurvinna førleikar, og sum eisini kann stuðla undir, at fólk varðveita sínar førleikar.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast í fullum líki niðanfyri.
 
Góðan dagin øll somul og hjartaliga vælkomin til hetta hátíðarhaldið í sambandi við, at Skálagarður nú er latin upp. Og tað er sanniliga nakað at hátíðarhalda. Tann hjálp, sum fólk kunnu fáa á Skálagarði, er hart tiltrongd hjá nógvum.
Í mong ár hava vit havt tørv á tí tænastu, sum Skálagarður nú kann veita. At geva fólki, sum hava fingið skaða í heilan eina góða, fakliga og dygga tænastu. Eitt heildartilboð, sum kann gera, at fólk endurvinna førleikar, og sum eisini kann stuðla undir, at fólk varðveita sínar førleikar. 
 
Vit hava sæð í okkara heilsuhagtølum mong dømi um, at føroyingar, sum hava fingið skaða í heilan og hava verið á donskum endur- og rehabiliteringsheimum, hava verið har lutfalsliga nógv longri enn danir við sama skaða. Hetta var tí, at tað ikki var nøkur nøktandi uppfylging í Føroyum. Tað manglaði eitt stað at taka yvir. 
Hesa støðu vildi heilsuverkið fegin broyta, tí vit kundu væl skipað fleiri av tilboðunum í Føroyum. Tað var eisini partur av tí menningarætlan, sum varð gjørd fyri sjúkrahúsverkið fyri nøkrum árum síðan, og sum førdi við sær, at vit fingu eitt sameint sjúkrahúsverk. 
 
Serliga Klaksvíkar Sjúkrahús gekk nýggjar leiðir og legði seg miðvíst eftir at veita hesi  endurvenjingar- og rehabiliteringstilboð. Tey byrjaðu í stigum at taka fólkini heim fyrr til víðari viðgerð á KS. Hesar royndir eydnaðust sera væl. Við tíðini gjørdist greitt, at enn vóru tørvir eftir at veita hjálp til. Tað manglaði eitt tilboð í Almannaverkinum, sum fólk, ið vóru liðugtviðgjørd á sjúkrahúsunum, kundu fara til, og sum heimabúgvandi fólk kundu fáa. 
 
So tilgongdin at koma her til, sum vit nú eru, hevur verið drúgv, og tað er ongin ivi um, at tað hava verið nøkur fólk í samfelagnum, sum hava goldið ein prís fyri tað. Drúgva tilgongdin merkir eisini, at hetta er eitt mál, sum fleiri samgongur hava arbeitt við, og er eitt tekin um, at tá ið vit standa saman, so røkka vit á mál. 
 
Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, sum tók stig til leigumálið um bygningin, sum vit nú standa í, og soleiðis veruliga fekk sett málið á skrá. Síðan hevur Sólvit Nolsø í síni tíð í landsstýrinum arbeitt víðari við málinum. Og nú fekk eg heiðurin at vera við til, at tað letur upp og at fáa tað fíggjarliga endaliga uppá pláss. Skálagarður er nú partur av Almannaverkinum. Almannaverkið leigar frá Kristian í Grótinum og stovnurin er á fíggjarlógini. 
 
Bygningurin, vit eru í, hevur fyrr fevnt um undangonguvirksemi í Føroyum. Com-Data var framfýsin og framsíggin oddafiskur í  Føroyum at menna teldutøkni. Skálagarður er nú fyrsta tilboð av sínum slag í Føroyum til fólk við heilaskaða. Hóast vit hava skipað onnur tilboð fyrr, og fyri skjótt 20 árum síðan byrjaðu við tilboðum til seinheilaskadd, so er hetta fyrsta heildartilboð í Føroyum. Hetta er eitt stórt nýbrot. 
 
Á Skálagarði, sum man kann siga, er okkara fyrsti rehabiliteringsdepil, er pláss til 15 fólk. Tað er pláss til átta fólk at búgva, fýra umlættingarpláss og trý pláss eru til fólk, sum enn eru í eini avkláringartilgongd og, sum í flestu førum koma av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tey fara at kunna koma á Skálagarð fyri at vita, hvussu tey eru fyri og fáa greiðu á hvørja hjálp teimum kemur at tørva frameftir. Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið fara tí at vera í tøttum samstarvi, og tað er bæði gott og neyðugt. 
Tey fyrstu fólkini eru flutt inn. Hjartaliga til lukku við tí. Vónandi koma tit at trívast væl og fara at vera í einum mennandi umhvørvi. 
Tað hevur ofta verið soleiðis, at Almannaverkið hevur skipað einstøk tilboð til hvønn einstakan kring landið. Tað hevur verið nokk so trupult at fáa starvsfólk til tað, og tænastan hevur tí ofta verið svikalig. Nú roynir mann at skipa tilboð og tænastur undir somu lon, eisini so, at fólkini fáa gleði av hvør øðrum - bæði húsfólk og starvsfólk. Tað gevur annan trivnað, og ikki minst kann tað bøta um og fyribyrgja einsemi og avbyrging, sum kann standast av sjúku ella skaða, sum gevur varandi tarn. Og tað er hugaligt at frætta, at tað ikki hevur verið trupult hjá tykkum at fáa starvsfólk.
 
Tað er so ymiskt, sum lagnan leggur leiðina. Í grannalondunum tosar man nógv um, at tey lív, sum verða bjargað, eisini skulu kunna livast. At geva lívsgóðsku er eitt aðalmál í sjálvum sær. Hetta skal ikki vera eitt tos í grannalondunum, men nakað vit hvønn dag leggja dent á. Umsorgan og menniskjaligheit er amboðið til at røkka hesum. Og ikki minst at mann ger alt mann kann fyri at hjálpa fólki at endurvinna og viðlíkahalda førleikar. Rehabilitering er alt avgerandi. 
Tá ið sjúka og skaði rakar í heilan, so rakar tað meint. Tað kann viðføra, at førleikin at ganga, tosa, eta, skriva o.s.fr. verður skerdur - kanska burtur. Hóast tað so hava øll menniskju menningarmøguleikar, sum mann gjøgnum venjing og umsorgan kann økja um. 
 
Skálagarður kemur at vera karmur um lívið hjá fólki, sum hava verið nógv ígjøgnum. Sjúka og skaði hevur darvað teimum lívsleiðina, og bæði lívsaldur og aldubrot hava skolað inn í einstaka lívið, og einstøku familjuna, og broytt lívsumstøðurnar grundleggjandi. Tað er ongin løtt støða. Men sum frálíður læra fólk eisini at navigera í tí. Mann hevur onki annað val. 
 
Eg las onkrastaðni, at tað er ikki stilli og logn, sum skapar ein góðan sjómann. Tann útsøgnin kann kanska yvirførast á øll okkum menniskju. Á Skálagarði koma tit øll at ganga nýggjar leiðir ella at sigla í nýggjum sjógvi. Bæði húsfólk og starvsfólk. Tað skal vera mín vón, at tit saman finna kósina, og at húsið verður karmur um menning, lívsgleði og vón, umsorgan og lívsgóðsku. At tit soleiðis í yvirførdum týdningi blíva góðir sjómenn. 
 
Eg fari at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við Skálagarði. Eg ynski, at tit, sum koma at búgva her, fara at trívast væl og mennast. Og tit starvsfólk, sum eru so týdningarmikil fyri at hetta fer at eydnast væl, at tit áhaldandi kunnu menna tykkum fakliga og soleiðis kunnu veita bestu tænastu. 
 
Eg ynski eisini avvarðandi til lukku við Skálagarði. Hetta staðið er eisini tykkara, nú tykkara nærmastu eru her. Vónandi fara tit at kenna tykkum heima her og fáa gott samstarv. Og eg ynski okkum øllum til lukku við stóra frambrotinum Skálagarði. Eg takki av hjarta øllum, sum hava arbeitt fyri málinum og eiga sín lut í, at vit í dag kunnu fegnast um góðu umstøðurnar. 
 
Og eg ynski Harrans signing yvir húsið, øll sum búgva her, alt virksemið og okkum øll. 
 
Takk fyri!
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum