02.10.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Móttøkuhús fyri harðskapsrakt verður raðfest

Móttøkuhús fyri harðskapsrakt verður raðfest

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest, at vit í Føroyum fáa sett gongd á arbeiðið, at skipa eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt. Hetta sæst í uppskoti til fíggjarlóg 2022, sum er løgd fram.


Í vár vórðu úrslit frá
nýggjari harðskapskanning frá 2020 løgd fram. Har varð staðfest, at tá tað kemur til likamligan, kynsligan og sálarligan harðskap, eru Føroyar onki undantak – støðan í Føroyum er eins ring, sum í okkara grannalondum.

Landsstýriskvinnan undirstrikaði til framløguna, at eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi.

“Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður”, segði landsstýriskvinnan

 Og ein týðandi partur í hesum arbeiði verður júst, at fáa sett á stovn eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt. Dømi um líknandi móttøkuhús eru at finna í okkara grannalondum. Hesi veita møguleikan fyri breiðari vegleiðing til tey, sum eru fyri harðskapi, alt savnað á einum staði. Talan er tá um eitt nú løgreglu, sosialráðgeving, sálarfrøðiliga hjálp og sjálvhjálparbólkar.

Við hesi játtan uppá 300.000 krónur, er nú møguligt at fara undir fyrireikingarnar, longu í komandi ári. Mett verður, at eitt móttøkuhús kann byrja sítt virksemi í endanum av 2022.