Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, og kunngerð um námsfrøðiligt eftirlit, skal landsstýrisfólkið í almannamálum fremja námsfrøðiligt eftirlit við tilboðum og tænastum sambært lógini.
Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboð og tænastur virka sambært ætlan og virkisætlan, at búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskiftini eru hóskandi og at fakliga støði hjá starvsfólkum er nøktandi. Eftirlitið skal fremjast í minsta lagi annaðhvørt ár.
Miðað verður eftir, at eftirlitið frameftir verður framt á føroyskum. Frammanundan hevur eftirlitið verið framt av donskum eftirlitsfólki, og tí á donskum máli.
So ert tú námsfrøðingur- ella lærari, við viðkomandi yvirbygnaði ella royndum, so er hetta kanska nakað fyri teg.
Nærri kunning er at finna á Keypsportalinum, har uppgávan er boðin alment út, sí HER