20.01.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins vald av nýggjum frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028

Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins vald av nýggjum frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin fyri komandi fýra árini.

 

Sambært kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verður grunnurin stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir.

 

Tveir nevndarlimir og tveir varalimir skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Sambært § 3 í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins tilnevnir landsstýrismaðurin forfólk og næstforfólk. Sambært somu lógargrein skal nevndin hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

 

Nevndin er mannað soleiðis

 

Limir:

  • Hedvig Westerlund-Kapnas
  • Ivan Hentze Niclasen
  • Brynhild Næs Petersen
  • Kinna Poulsen
  • Hans Torgarð

Varalimir:

  • Paula Gaard
  • Dánial Hoydal
  • Birgir Kruse
  • Sólvá Svartafoss
  • Nicolaj Falck

Hedvig Westerlund-Kapnas verður forfólk og Ivan Hentze Niclasen verður næstforfólk. 

 

Á fundi 20. januar 2025 hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nývaldu nevndina. Landsstýriskvinnan staðfesti, at munandi størri umsiting er flutt til Mentanargrunnin, t.e. at filmsstuðulin er lagdur til grunnin at umsita, umframt nýggju játtanina til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung.

 

Landsstýriskvinnan ynskti nýggju nevndini blíðan byr.