Nú verða føroyskar ljóðbøkur til láns á bókasøvnunum - heimanífrá
Gongst sum ætlað, verða føroyskar ljóðbøkur til láns á heimasíðunum hjá bókasøvnunum seinni í ár.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur borið Løgtinginum uppskot um nýggja bókasavnslóg. Eitt av stóru frambrotunum í lógaruppskotinum er, at ljóðbøkurnar, ið Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevur framleitt til blind og sjónveik seinastu mongu árini, nærum 500 í tali, kunnu verða seldar til rættindahavarar við útgávu til almenningin fyri eyga.
Higartil hava ljóðbøkurnar bert verið tøkar sum kassettubond og fløgur. Við lógarbroytingini, sum er í uppskoti, verða føroyskar ljóðbøkur til láns á heimasíðunum hjá bókasøvnunum, bæði hjá blindum og sjónveikum og hjá almenninginum, og ljóðbøkurnar verða eisini til keyps umvegis forløgini, ið geva tær út.
Onnur frambrot í uppskotinum til nýggja bókasavnslóg eru ásetingar um eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum, ásetingar um at skúlabókasøvn skulu vera í øllum skúlum, ásetingar um bókasavn á Fróðskaparsetri Føroya og ásetingar, sum laga bókasavnslógina til talgildu tænasturnar, sum eru ein alt størri partur av bókasavnsvirkseminum.
Galdandi bókasavnslóg er frá 2001, og stóru broytingarnar, ið eru farnar fram í samfelagnum síðani aldarskiftið, ikki minst innan hægri útbúgving og á tøkniliga økinum, hava við sær, at tørvur er á umfatandi broytingum. Bókasøvnini fremja upplýsing, útbúgving og mentanarligt virksemi, og bókasøvnini hava ein týðandi mentanarligan, útbúgvingarligan, búskaparligan og sosialan týdning - fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild.