Fýra kunngerðir verða nú settar í gildi eftir ásetingum í nýggju bókasavnslógini.
sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Við kunngerðini um bókasavnsgjald verður galdandi reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum dagført samsvarandi nýggju bókasavnslógini, so at bókasavnsgjald eisini verður rindað fyri ljóðbøkur og e-bøkur, ið nú eru til láns á netinum og fyri listaverk, ið eru til láns á bókasøvnunum.
Kunngerð um skylduavhending er dagførd við ásetingum um avhending av talgildum verkum. Saman við kunngerðini eru listar við teimum verkum, ið ávikavist eru og ikki eru avhendingarskyldug.
Eins og áður skulu fýra verk avhendast til Landsbókasavnið. Tó kann Landsbókasavnið gera frávik frá avhendingarskylduni, serliga í førum, har tað snýr seg sum ávís sløg av verkum, eitt nú verkum, ið koma út í fáum og kostnaðarmiklum eintøkum.
Sambært nýggju bókasavnslógini skal eitt nýtt bókasavnsráð ráðgeva landsstýrisfólkinum í bókasavnsmálum. Kunngerðin ásetur nærri reglur fyri bókasavnsráðið, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum. Endamálið er at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum.
Nýggja bókasavnslógin heimilar í § 10 at lata stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum eftir neyvari treytum. Sambært kunngerðini kann stuðulin verða latin til menning av fólkabókasavnstænastum, harundir skipan av samstarvi um bókasavnstænastur og til keyp og menning av tilfari og tænastum.
Kunngerðirnar eru lýstar í dag, 21. juni, og koma í gildi í morgin.