Jeanette Ellefsen Blaasvær er sett sum deildarstjóri á nýstovnaðu deildini fyri bústaða- og javnstøðumálum í Almannamálaráðnum. Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í stjórnarráðnum viðvíkjandi bústaðarpolitikki, bygging av vardum bústøðum, og javnstøðupolitikki.
Jeanette Ellefsen Blaasvær er 51 ára gomul og er útbúgvin sum cand. scient. adm. frá Aalborg universiteti í 1998. Hon hevur drúgvar royndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, síðstu 8 árini í Almannamálaráðnum, hevur verið deildarleiðari í størri føroyskum peningastovni, og hevur seinast hálva árið sum settur deildarstjóri ment nýggju deildina, sum hon nú verður deildarstjóri fyri.
Jeanette Ellefsen Blaasvær tekur við starvinum beinanvegin.