Í dag tók Sólvit Emilsson Nolsø við sum landsstýrismaður í Almannamálaráðnum, við ábyrgd fyri almannamálum, familjumálum, bústaðamálum og javnstøðumálum.
Sólvit er valdur fyri Fólkaflokkin og avloysir Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur.
Hann er 36 ára gamal, sonur Sigrid og Emil Nolsøe, giftur Erlu Bech Nolsø og eiga tey børnini Sigrid Bech Nolsø, Maiken Bech Nolsø og Maria Bech Nolsø.
Sólvit er útbúgving stjórnmálafrøðingur og hevur starvast sum journalistur.