Komandi mánað, tann 2. mai, byrjar nýggjur samskipari á Javnstøðuskrivstovuni.
Talan er um Brand Mortensen Nolsøe, ið er 31 ár og útbúgvin sosiologur frá Lunds Universitet. Frammanundan hevur hann arbeitt í ymiskum høpi við mannarættindum, eitt nú við at økja um vallutøku hjá borgarum við minnilutabakgrund og at útbúgva altjóða lesandi í mannarættindum, minnilutabólkum og sosialari inklusjón. Aðrar starvsroyndir hevur hann úr UNICEF Danmark og sum fakligt starvsfólk á skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.
Javnstøðuskrivstovuni er staðsett í Almannamálaráðum, sum varðar av løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, og hevur endamáls er at beina burtur allan mismun vegna kyn.
Samskiparin er skrivari fyri Javnstøðunevndina og Demokratia. Arbeiðsøkið er millum annað at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, miðla og varpa ljós á javnstøðumál og at skriva frágreiðingar.
Javnstøðunevndin verður vald eftir hvør løgtingsval og skal hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.
Nevndin fyri Demokratia, sum hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki, verður vald beint eftir løgtingsval.