Sum liður í ætlanini hjá landsstýrinum, um at fara undir at útvega í minsta lagi ein stovn um árið komandi árini, hevur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 raðfest eitt nýtt heim í Suðuroynni, til m.a. fólk við seinheilaskaða.
Á fíggjarlógini fyri 2023 eru settar 7.500 tús.kr. av so at heimið kann lata upp í ár. Heimið er ætlað at rúma 10 fólkum. Somuleiðis er játtan eisini sett av til rehabiliteringsdepilin Skálagarð í Klaksvík, har pláss er fyri 15 fólkum. Hann letur upp í ár.
Í løtuni eru eisini tríggjar byggiverkætlanir í gongd í miðstaðarøkinum, ið fara at økja um talið av plássum til bú-, umlættingar- og frítíðartilboðum. Tveir av hesum stovnum lata upp í vár og tann triði væntandi um ársskiftið 2023/2024.