Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur kunngjørt, at Ole Wich, myndlistamaður, fær Sømdargávu landsins fyri útint listalig avrik.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Listaliga virksemið hjá Ole Wich er rúgvismikið og fjølbroytt og fevnir um alt frá standmyndum, installatiónum, video, foto, list í almenna rúminum til plátuhúsar og frímerki.
Eygleiðingin hjá Ole Wich av føroyska samfelagnum er áhaldandi og beinrakin, og hon sæst aftur í einum týðandi íkasti á føroyska mentanarpallinum.
Fyri útint listaligt avrik fær Ole Wich Sømdargávu landsins.
Sømdargáva landsins er 20.000 kr. um árið, og hon verður latin listafólki, ið hava útint listaligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.
Les alla grundgevingina HER
Les kvøðu til Ole Wich frá NIels Una Dam HER
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen