13.04.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Pedagogfelagið vitjar landsstýriskvinnuna

Pedagogfelagið vitjar landsstýriskvinnuna
Pegagogfelagið vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, í gjár, 12. apríl 2023.
 
Endamálið við vitjanini var at umrøða, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur á sínum málsøki, og fyri viðurskiftini hjá limunum í Pedagogfelagnum.
 
Á fundinum nýtti Pedagogfelagið høvið at greiða frá sínum sjónarmiðum, og vísa á týdningin av, at starvsfólk verða tikin við í tilgongdini, tá ið broytingar verða gjørdar og ætlanir verða lagdar.
 
Landsstýriskvinnan greiddi frá, hvørjar ætlanir hon hevði á økinum, og at hon sær fram til gott samstarv við Pedagogfelagið hetta valskeiðið.
 
Á myndini:
Nikkil Heinesen, Annika Østerø, Harald Joensen, Jógvan Philbrow, Sirið Stenberg og Gunnvá Akraberg Hansen.