Í dag var prógvhandan á Skúlanum viđðÁir, har 14 næmingar fingu prógv.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálaráðum var bođðn við til at hátíðarhalda løtuna, og bar í hesum sambandi fram røðu.
Røðan kann lesast her:
Góðu tit øll.
At stuðla og eggja fólki til at nema sær útbúgving, er ein tann besti og týdningarmesti møguleiki vit sum samfelag kunnu geva okkara borgarum.
Ikki minst tí er hesin dagurin, har tit fáa handað prógv fyri 9. flokk her á Skúlanum við Áir, serligur. Eitt týdningarmikið tíðarskeið í lívi tykkara er rokkið, og tit eru klár til at taka av nýggjum og spennandi avbjóðingum.
Vit gera ofta lívið upp í tíðarskeið. Tað er ongin ivi um at henda tíðin, meðan tit gingu í skúla her, fer at leggja seg djúpt í tykkara minni og sálardýpi, og lívið verður deilt upp í eitt áðrenn og eitt aftaná skúlagongdina við Áir.
Fyri tykkum 14 næmingar er hetta tí ein sera stórur dagur. Ein flokkur, væl blandaður í aldri og kyni og eitt vakurt tyssi av ymisleika.
Lív og lagna lagar seg so ymiskt hjá okkum. Hvussu tit komu inn á skúlan hevur í so máta so nógv minni týdning enn hvussu tit koma útaftur. Tað sum umræður, er tað tit saman hava verið ígjøgnum í skúlatíðini. Hvussu tit hava flutt og styrkt tykkum í góðum og gevandi felagsskapi.
Hesa tíðina, meðan tit hava gingið á skúlanum, eru tit sum flokkur vaksin meira og meira saman til eina sosiala heild. Tit hava øll hvør sær verið arbeiðssom, og hava víst á týðandi eginleikar við bæði umhugsni og hjálpsemi. Tað er ein dygd at taka við sær út í lívið.
Og við hesum prógvi eru tit nú klár til næsta stóra stigið á útbúgvingar ella lívsleiðini. Hetta er eitt megnartak og eitt flott avrik!
Tær avbjóðingar, ið vit sum menniskju fáa lutaðar til, kunnu vera so sera ymiskar, og tí er tað gott, at vit sum samfelag kenna skylduna at rúma okkum øllum. Vit eru til fyri hvønn annan og hvussu vit fara um og við hvørjum øðrum er tað, sum lýsir okkum sum menniskju.
Endamálið við júst hesum Skúlanum við Áir er at menna tykkum næmingar til at gerast betur førir fyri at møta avbjóðingum, tað veri seg í skúlanum, á arbeiðsplássi ella bara í tilveruni sum heild.
Her á skúlanum verður støðið tikið úr tí, sum hvør einstakur næmingur dugir og er bestur til. At kunna tryggja tykkum eitt munagott grundstøði og útbúgving styrkir tykkum sum einstaklingar og so sanniliga eisini okkara samfelagi. Við hesi útbúgving verða møguligir snávingarsteinar ruddaðir av vegnum.
Eitt tað týdningarmesta við skúlanum við Áir er filosofiin, sum byggir á, at leita eftir ressoursum og styrkjum hjá tí einstaka. At møta fólki har tey eru, og so arbeiða har frá. Onki við at brúka tíðina uppá at leita eftir trupulleikum og feilum. Ein feilur, sum annars nógvastaðni í samfelagnum ger um seg. Nei, her leitar man miðvíst eftir styrkjum hjá hvørjum einstakum. Og eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu gott samfelag vit høvdu havt um vit øll hvønn dag fóru út í dagin við bert tí eina fyri eygað; at leita eftir styrkjum hjá hvør øðrum. Hvussu hevði tað ikki blóma kring okkum øll? Tað ábyrgdina kunnu vit øll royna at bera.
Hetta prógvið, tit í dag fáa, er í mangar mátar lykilin at røkka enn longri á leið við tykkara framtíðardreymum. Líka týdningarmikið er tó eisini, at tit heilt víst hava ment tykkum á øðrum økjum, sum sanniliga eisini styrkja tykkum á leiðini.
Fyri flest tykkara hevur vegurin ikki verið snórabeinur og hevur kravt nakað av tykkum. Minnist tí til, at hetta er eitt stórt avrik og at tit veruliga kunnu vera eyka stolt í dag, nú tit standa her við próvnum. Tit megnaðu tað tit settu tykkum fyri og sum kanska onkuntíð hevur kenst møtimikið. Tit komu á mál.
Tað týdningarmesta er ikki altíð at vita akkurát hvat og hvar vit skulu, men hinvegin at vita, at vit eru ávegis til nakað, sum vit gleðast um og mennast í.
Aftur í ár er flokkurin samansettur av næmingum úr øllum landinum: frá sunnast úr landinum úr Suðuroy, norður um Múlan og vestur í Vágar, eins og fleiri staðir har ímillum, væl umboðað úr øllum Føroya landi.
Samstundis rúmar skúlin aftur í ár næmingum, har rótin rann ymsastaðni úr stóru verð. Hesi hava tí somuleiðis tikið avbjóðingina at læra seg føroyska málið og kanska eisini saman við tí danskt, sum í stóran mun enn er eitt krav fyri at kunna útbúgva seg. Uttan málsliga førleikan er tað sera torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at luttaka í samfelagnum, tað verði seg innan útbúgving ella á arbeiðsmarknaðinum. Tí er Dugni eisini við at styrkja integratiónina og sameiningina í samfelagnum.
Tað er ein sannroynd, at tit á Dugna hava slóðað fyri hjá mongum føroyingum, sum hava havt tykkara hjálp og stuðul fyri neyðini.
Góðu tit øll, stýrið, leiðsla og starvsfólk, takk fyri tykkara virðismikla og stóra lut í at geva næmingunum á skúlanum nýggjar vónir og mentar førleikar. Soleiðis byggja tit ikki bara menniskju, men eisini land. Og ongin tøkk er nóg stór fyri tað.
Eg fari at enda við at siga tykkum eina lítla søgu. Tað sigst hon er sonn, men eg kann ikki prógva tað. Men sigandi og góð er hon.
Tað eru vinmenninir Arthur og Sandy, sum koma at ganga í skúla saman í New York. Tað er á Cobumbia Universitetinum teir hittast fyrstu ferð og beinanvegin blíva teir vinmenn. Báðir elskaðu teir bókmentir og tónleik. Teir fingu kamar saman og blivu bestu vinir. Ofta er skúlagongd atgongd til lívslangt vinalag og hesir báðir ungu menninir lovaðu tá hvør øðrum, at teirra vinalag ongantíð skuldi enda, men vera við teimum alla lívsleiðina.
Teir vóru ikki komnir serliga langt í lestrartíðini tá ið Sandy bleiv sjúkur. Hann sá so illa og eyguni versnaðu alsamt. Aftaná nógvar kanningar fekk Sandy lemjandi boðini frá læknanum, at hann hevði eina ólekiliga eygnasjúku, sum oyðilegði sjónsnervuna, og at hann nokk fór at blíva blindur. Ungi evnaríki maðurin sum sá so bjarta framtíð fyri sær hevði nú einans útlit til myrkur. Bæði so og so.
Sandy var í svárastu sálarneyð og fekk djúpa depressión. Hann slepti dreyminum um at gerast advokatur og flutti heimaftur til familjuna. Omaná sjúkuna stúrdi hann fyri, at hann fór at vera familjuni ein fíggjarliga byrða tí tey sótu hart í tí longu frammanundan. Tað endaði við, at Sandy kvetti við allar vinir. Allar vónir vóru brostnar.
Knappliga ein dag bankaði uppá dyrnar og tað var Arthur, skúlavinurin, sum hevði leitað sær langa vegin heim til Sandy. Hann ætlaði sær ikki at góðtaka, at besti vinmaðurin hevði mist allan lívsneista. Hann keypti sær flogbilett og fór langa vegin at leita vinmannin upp.
Tað endaði við at Arthur fekk Sandy at koma aftur í skúla, og hann lovaði honum, at hann skuldi vera hansara bakkur líkamikið hvat. Hetta skuldu teir báðir klára í felag.
Arthur helt lyftið. Í langa tíð virkaði hann sum eygu Sandy´s. Hann fylgdi honum allastaðni runt, so hann ongantíð kendi seg einsamallan í myrkrinum. Arthur hevði so mikið stóra empati við Sandy, at hann byrjaði at nevna seg sjálvan fyri myrkur, darkness. Darkness fer at lesa fyri tær nú segði hann millum annað.
Ein dagin meðan vinmenninir gingu í mannamúgvuni á høvuðsjarnbreytarstøðini í New York segði Arthur knappliga, at hann mátti fara onkrastaðni og Sandy bleiv eftirlatin einsamallur í øllum meldrinum. Tað bleiv ringasta løta hjá Sandy nakrantíð. Hann datt, rendi á, fann ikki og var púra frá sær sjálvum. Til endans fann hann rætta tokið hann skuldi í, og fór av á tokstøðini har hann skuldi. Tá rendi hann inn í ein, sum hann skuldi spyrja um veg. Tá kendi hann røddina, tað var Arthur. Tá vísti tað seg, at Arthur hevði gingið aftanfyri hann allan vegin fyri at tryggja sær, at Sandy ikki kom til skaða, men at hann vildi geva honum stóru gávuna at blíva sjálvhjálpin og klára seg sjálvan. Í tí løtu, greiddi Sandy seinni frá, fekk hann lívið aftur.
Sandy fekk eina gylta framtíð. Hann fekk prógv bæði við Columbia Universitet og við Harvard og Oxford. Hann giftist ungdómsunnustinu og bleiv ein kendur maður.
Einaferð meðan Sandy arbeiddi á Oxford fekk hann boð frá Arthur. Nú var tað Arthur, sum tørvaði hjálp. Hann hevði gjørt eitt orkestur og vildi so fegin geva eina plátu út, men hevði ongar pengar. Honum tørvaði 400 dollarar til plátuna. Sandy og konan áttu 404 dollarar í bankanum. Sjálvandi góvu tey Arthur 400 dollarar.
Plátan kom út og bleiv ein heimssucces, og er enn ein av heimsklassikari-num.
Fyrsti sangur byrjaði: “Hello darkness my old friend”
Arthur hevði fingið sær listanavnið Art. Saman við Poul Simon hevði hann gjørt bólkin Simon and Garfunkel.
Søgan sigur, at Art og Sandy enn eru vinmenn. Art skal hava sagt, at Sandy gjørdi hann til eitt betri menniskja og Sandy at Arthur gjørdi hann til heimsins eydnuríkasta mann. Soleiðis kann vinskapur fáa tað besta fram í fólki og flyta fjøll.
Hetta er ein søga um vinskap. Um at vera har fyri hvønn annan, tá ið tørvur er á tí. Og hetta er ein søga um at síggja tað besta í hvør øðrum, og at vera tilreiðar at traðka til fyri hvønn annan hvør á sín hátt. Um at skiftast til at vera bakkur, tá ið eydnan so skiftandi og svikaliga kann leggja leiðina.
Blindheitin bleiv ongin forðing, men portur til eydnuna og dreymar gjøgnum vinalag - og heimurin fekk søguligan tónleik afturfyri.
Góðu tit øll
Hjartaliga tillukku á tykkara stóra degi. Má eydna og vinskapur fylgja tykkum á lívsleiðini. Og mugu tit øll arbeiða víðari við teimum styrkjum tit hvør á tykkara serstaka hátt hava, og síggja styrkirnar hjá hvør øðrum, so skal tað nokk gangast tykkum, og okkum øllum væl.
Takk fyri!
Siriđ Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálaráđum