21.06.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða fyri Heilsurøktarfelagnum, 22. apríl 2023

Røða fyri Heilsurøktarfelagnum, 22. apríl 2023

22. apríl 2023 helt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum røðu á aðalfundinum  hjá Heilsurøktarfelagnum. Les røðuna her:

Góðu heilsurøktarar.

Hjartans tøkk fyri møguleikan at vera saman við tykkum í dag, og at siga nøkur orð. Tað er við stórari virðing, eg geri tað. Tit gera eitt gott og týdningarmikið arbeiði.

Røkt og útbúgving hava altíð havt mín stóra áhuga. Tað er nokk tí, at eg upprunaliga eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Eg havi eisini verið við í tilgongdini at byggja føroysku heilsuhjálpara- og heilsurøktarútbúgvingarnar upp, og havi undirvíst eitt sindur á økinum, áðrenn politikkurin fór avstað við mær. Politiski áhugin stavar eisini frá mínum røktaráhuga. Eg sá gjøgnum mítt starv, at tørvur var á ábótum, og tá ið eg ikki metti meg fáa nóg stóra ávirkan á at broyta tað í gerandisarbeiðinum, so fór eg á ein annan pall at arbeiða við somu málum. At skapa okkum øllum eitt gott vælferðarsamfelag, har allir borgarar hava javnbjóðis kor og rættindi at liva og virka í samfelagnum.

***

Tín heilsa rørir okkum!

Soleiðis er heiti á faldara, sum Heilsurøktarfelagið hevur gjørt, og sum í eina tíð hevur ligið á skrivstovuni hjá okkum. Við hesum sipa tit nokk til, at tit hava umsorgan fyri heilsuni hjá teimum fólkum, tit røkta og stuðla. Og tað er bæði gott og neyðugt. Eg havi hug at venda júst hesum hugtaki eitt sindur til hetta høvið og siga, at tykkara heilsa eisini rørir okkum. Tykkara kor røra okkum.

Tað er gjøgnum tykkum, at ein stórur partur av okkara medmenniskjum fáa hjálp í gerandisdegnum. Fólk, sum tørva hjálp, stuðul og røkt til at liva eitt so virkið og gott lív, sum til ber, og sum onkursvegna ikki megna uppgávuna sjálvi, men skulu hava hjálp. Tað kann vera aldur ella sjúka, sum ger um seg, og tað bæði til likams, sálar ella sosialt. Ofta eisini ein samanrenning av øllum hesum. Tá verður starvsfólkið - heilsurøktarin - sentralur í lívinum hjá tí einstaka. Tí eru tit sentral, bæði fyri tann einstaka, og alt samfelagið. Eisini tí skulu tit hava góðar umstøður at veita tykkara hjálp, røkt og stuðul í. Tí røra tykkara kor okkum øll. Hava tit ikki nøktandi kor, so ávirkar tað uttan iva ta tænastu, tit kunnu veita.

***

Koronastøðan gjørdi tað so sera týðiligt fyri okkum, hvussu týdningarmikil øll vælferðarstørvini eru. Ikki tí, nógv av okkum vistu tað, men knappliga bleiv tað so sjónligt fyri øll. Tit fingu eisini nógv herðaklapp og stóra viðurkenning fyri dygdar arbeiðsinnsatsin. Tíðin gekk, og korona fór lukkutíð avstað aftur, men tykkara umstøður broyttust ikki stórt. Gerandisdagurin fann seg sjálvan aftur, og herðaklappini tagnaðu.

***

Í landsstýrinum hava vit sett okkum fyri at bøta um umstøðurnar hjá starvsfólkunum á vælferðarøkinum. Tað er alneyðugt, men tað er eisini sera trupult. Men vit gera tað. Bæði tí tað er rætt at gera, og eisini tí vit eru noydd til tað. Støðan við starvsfólkatroti, manglandi fakfólki, hækkandi livialdri, nýggjum viðgerðartilboðum og so framvegis, krevur tað. Hetta eru alt positivar orsøkir og tekin um vælferð í samfelagnum. Til dømis fara fleiri nýggj heim og tænastur í Almannaverkinum at lata upp komandi árini. Bara í ár er játtan á fíggjarlógini til gott 70 nýggj størv í Almannaverkinum. Og enn eru tað røktartørvir, sum vit ikki nøkta í dag. Hvørki hjá landinum ella í kommununum. So tað er stórur tørvur á tykkum.

Tí mugu vit hava eina viftu av átøkum, fyri at bøta um støðuna. Tað snýr seg um at útbúgva fleiri, at geva lønarlyft, at stytta um arbeiðsvikuna, at bøta um arbeiðsviðurskifti so sum fulla tíð/fullan dag, arbeiðsumhvørvi, normeringar, eftirútbúgvingarmøguleikar og møguleikar fyri víðari útbúgving o.a. Alt verður ikki gjørt í senn, og fleiri skulu lyfta uppgávuna. Men lønarlyft og stytting av arbeiðsvikuni eru heilt ítøkiliga á skrá í løtuni.

***

Tað, sum vit gera verður kritiserað.

Tað, sum vit ikki gera verður kritiserað.

Soleiðis er tað!

Serliga verður tað kritiserað, at vit velja nakrar bólkar út til lønarlyft. Tann kritikkin skilji eg væl, men eg skal grundgeva fyri, hví vit gera tað.

Grundgevingin er heilt einfalt, at hesi størvini eru stórur partur av grundarlagnum undir øllum arbeiðsmarknaðinum. Í tí løtu hesi størv ikki eru sett, brýtur allur okkara arbeiðsmarknaður saman. Fáa vit ikki havt opið á røktarheimum, á eldrasambýlum, í búfelagsskapum, í barnagørðum, í frítíðarskúlum, í sosialpsykiatriini, á umsorganar- og viðgerðarstovnum, fáa vit ongar stuðlar. Hava ongi verkstøð opið, fær virksemið í Almannaverkinum ikki havt opið. Hvat hendir so? Jú, ongin sleppur til arbeiðis, og allur arbeiðsmarknaðurin steðgar. Alt samfelagið steðgar. Fyrsta stig kann hugsast at vera, at kvinnurnar fara til hús at røkja hesar uppgávur. Tí mugu vit taka politisk stig. Eitt av teimum er lønarlyfti. Tað eigur at gera tað meira eggjandi at velja hesi størvini til sítt lívsstarv. Tað kann heldur ikki passa, at fólk fara til arbeiðis ár eftir ár og ikki hava ráð at liva, og tíansheldur at seta búgv. Og tað er ongin ivi um, at tað skapar ótryggleika hjá bæði brúkarum og avvarðandi at hoyra um og at merkja starvsfólkatrotið. Tað alir stúran og ótta.

Eg skilji væl kritikkin frá ávísum fakfeløgum. Fleiri kunnu væl argumentera fyri, at tey skulu uppí lønarlyftið. Men eg skilji ikki kritikkin frá politikarum um, at hetta er at gera mun á fólki. Hetta er hinvegin at bøta um ein mismun, sum longu er. Hetta er at royna at javnseta starvsøki eftir útbúgving og ábyrgd, og ein liður í rekruteringini. Vit hava fleiri ferðir fyrr tikið politisk stig, fyri at eggja ávísum bólkum í ymiskum starvsøkjum. Til dømis tað at geva lærlingum og sjómonnum skattafrádrátt, umframt frádrátt fyri at arbeiða uttanlands. So hetta er onki nýtt, sum fleiri annars vilja vera við. Kanska, og nú giti eg, botnar tað í, at virðingin og vitanin um umsorganarstørvini ikki er so stór allastaðni.

Tí er lønarlyftið eisini ein javnstøðuspurningur, og ein verja um tey starvsøki, sum vit traditionelt hava hildið kundu verið røkt heima við hús, í allar størstan mun av kvinnum. Men hetta er eisini ein spurningur um fakligheit. Enn er tað ikki altíð full virðing um, at fakligheit og løn eru neyðug fyri nakað, sum hevur verið gjørt ólønt í øldir. Men onkur hevur so betalt tann prísin.

Mann kann eisini venda spurningin um mismun á høvdið. Er tað t.d. ikki at fremja mismun, at ongin fær nakað lønarlyft? Og vil mann bara lata standa til og halda, at tað er betri ongan mun at gera hjá nøkrum í ræðsluni fyri at fremja mismun? Eg veit ikki. Men ger mann onki, stendur lønarmunurin við, og ongin fer at vilja arbeiða inna økið.

***

Fara vit til tykkara gerandisdag, so hava tit nógvar uppgávur. Tit starvast ymisk støð, og tey eru eisini skipað ymiskt. Okkurt riggar betur enn annað. Tað vita vit. Tað, sum nógv rena seg í, er kenslan av, at tíðin ikki strekkir til, og at mann vil bjóða meira dygd í tað arbeiði, mann útinnir. Tað kann onkuntíð blíva nakað við, at tíðin bert røkkur til grundleggjandi uppgávur, sum at fáa fólk upp, persónligt reinføri og mat. Bæði starvsfólk og húsfólk nógvastaðni sakna eisini nærveru, umsorgan, hugna, prát o.s.fr. Vit vita øll, hvussu nógv betri vit øll hava tað teir dagar, tíð og orka eisini er til hesar uppgávur. Tí teir dagarnir eru eisini. Tá blóma øll.

Tí er tað eisini eitt mál í sær sjálvum, at størvini eru knýtt at røktini, og at vit ikki útbúgva okkum ov langt burtur frá hesum.

***

Tað er nógv kjak í grannalondunum um, at sjálv umsorganin hevur ov trong kor. Har haldi eg hóast alt, at vit eru munandi betur stødd. Samstundis sum viðgerðartilboð leggjast til, og arbeitt verður við viðgerðartrygd nógvastaðni, so reisir tað aðrar etiskar spurningar.

Kjak hevur nú tikið seg upp um, hví vit skulu hava trygd fyri viðgerð, og ikki fyri umsorgan. Umsorganartrygd er eitt nýtt hugtak í kjakinum. Tú fært so at siga viðgerð, til lívið fjarar út, men er nakar at halda í hondini á tær ímeðan? Upplivingin er, at nógv verður gjørt við viðgerð, men lítið og onki við umsorgan. Idealið er sjálvsagt ein samanrenning av hesum báðum. Grundleggjandi røkt og viðgerð eru neyðug, men hví síggja vit ikki altíð sama virði í umsorganini? Tá ið eg spyrji starvsfólk, hvat tey helst vilja arbeiða við, hvat svara tey tá? Viðgerð ella umsorgan? Tað kunnu tit hugsa um og taka við tykkum, tá ið tit hava næmingar eisini.

***

Í umsorganini røkka tit menniskjanum. Tá kemur tað millummenniskjaliga í spæl. Tá kunnu tit birta lívsneista og gleði. Er umsorganin ikki ein integreraður partur av allari røkt, verður tað bert ein instrumental gerð, sum fer fram millum starvsfólk og húsfólk.

Øll menniskju, óansæð hvussu støðan annars er, hava tørv á umsorgan. Tað gevur nærveru og vón. Uttan vónina eru vit onki. Tá fær vónloysi fastatøkur á okkum, og vit falla í fátt.

Leonard Cohen segði tað so væl: “There is a crack in everything - that’s how the light gets in.” Tað er ein riva í øllum, tað er soleiðis ljósið sleppur inn.

Uppgávan sum starvsfólk er at finna ta rivuna, tað lítla skarið, sum kann lata ljósið sleppa inn. Ta rivuna finna vit bert gjøgnum kontakt og umsorgan. Tað er, tá ið vit veruliga røkka einum øðrum menniskja. Tað ljós, sum starvsfólk kunnu birta í teimum, sum tit røkta, kemur ikki bara at lýsa tann upp, sum tit eru um, men kemur altíð at lýsa aftur á tykkum sjálvi. Tað skapar nøgdsemi, eisini fyri tykkum sum starvsfólk.

***

Tað er ein avbjóðing, at tað í løtuni er so trupult at fáa starvsfólk, og at tað eisini ger, at tað eru ófaklærd, sum arbeiða á røktarøkinum. Tað hevur absolutt onki við persónin at gera, sum heilt víst ger eitt gott arbeiði, men tað hevur við fakligheitina gera. Tað er fyri langari tíð síðan vísindaliga prógvað, at har hægri fakligu førleikarnir eru, eru færri komplikatiónir og sjúkur, og harvið eisini fleiri, sum yvirliva. Fakligheit er tí ein fyribyrging í sjálvum sær. Tað er trupult, tá ið nógv fólk mangla. Men tað setir eisini krøv til tykkum. Tað krevur nógva fakligheit at starvast saman við fólki, sum eru ófaklærd. Men tað kann blíva gott, serliga um tað kann gera, at viðkomandi fer at læra. Tað er eisini partur av rekrutteringini. Tí hava tit eisini stóra ábyrgd og ávirkan á rekurtteringina.

Heilsurøktaryrkið er eitt fakøki við nógvum fjølbroyttum fakligum førleikum. Tí er tosið um heitar hendur heldur ikki hóskandi. Tað krevur nevniliga bæði høvd, hjarta og hendur at røkja starvið. Tað er vitan og fakligheit í samanrenning við eitt gott hjarta, sum verður útinnað gjøgnum tykkara hendur.

Tað er tað, tit skulu hava betri kor til. Tí røra tykkara kor okkum. Tað er gjøgnum tykkum, at borgarin fær eitt betri lív við hægri lívsgóðsku.

Eitt gott mál at seta sær er, at vit sum land gera tað, vit eru ment, at leggja ár til lívið - og lív til árini.

Takk fyri.