07.06.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við 90 ára dagin hjá kirkjuni á Kirkju

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við 90 ára dagin hjá kirkjuni á Kirkju

Góðan dagin øll somul og hjartans tøkk fyri møguleikan at hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá kirkju tykkara hendan hátíðardag. Og av hjarta tillukku við degnum.

Eitt er, at vakra kirkja tykkara verður 90 ár í dag. Annað er sjálvt bygdanavnið á Kirkju. Kirkjan á Kirkju. Vakrari verður tað ikki.

Hjartans tøkk fyri vøkru kirkjugongdina, har vit so hóskandi sungu somu sálmarnar, sum vórðu sungnir, tá ið kirkjan bleiv vígd. Vakrir sálmar, sum allir hava samband við kirkjuna á Kirkju.

----

Ein kirkja er ikki bara ein bygningur. Hon er eitt andaligt heim og ein felagsskapur, hon er vit øll og fjálgasta friðskjól á foldum. Hon er karmur um lívið í gleði og í sorg. Hon gevur vón og signing. Gjøgnum kirkjuna læra vit um Guðs kærleika, kærleika og um næstakærleika, og at vit eru partur av nøkrum, sum er størri enn vit sjálvi. Nøkrum meiningsfullum og guðdommiligum.

Í dagsins samfelag, har sjálvgleði ella sjálvsøkni eru ráðandi, har kríggj og ófriður valdar millum lond eins og millum menniskju- og innan í menniskjum, har spjaðing, ótryggleiki og ótti er ein veruleiki, komi eg til ta niðurstøðu, at tørvurin á kirkjuni ongantíð hevur verið størri. Teir menniskjaligu og eksistensiellu spurningarnar eru bæði nógvir og stórir. Megnar kirkjan at møta, vera nærveradi og rúma hesum, verður kirkjan at fáa enn størri pláss í samfelagnum eins og í lívinum hjá einstaka menniskjanum.

----

Bygdanavnið Kirkja sigur okkum, at bygdin er gomul kirkjubygd. Og kirkjan, sum vit hátíðarhalda í dag, er heldur ikki fyrsta kirkja her í bygdini.

Kirkja er gamla kirkjubygdin í oynni. Í 1818 hendi tað syrgiliga, at allir tilkomnir menn í bygdini sjólótust, uttan ein. Hesin eini, ið ikki var við bátinum, Mittúnsbóndin, doyði fá ár seinni av tyfus. Tað var eitt øðiligt bakkast hjá bygdini at missa allar menninar, men framtíðin er væl altíð fyrst og fremst kvinnurnar og børnini, og menn fluttu til bygdar at hjálpa til, og fleiri giftust við einkjum og búsettust her, so reiðiligt hóttafall kom ikki á, hóast støðan var sera trupul.

Kortini fingu amtmaðurin og prestur í 1832 myndugleikarnar at gera av at taka kirkjuna niður við teirri grundgeving, at ongin í bygdini var skikkaður at vera kirkjuverji, og at tað m.a onki stað var hjá presti at gista. Eisini søgdu teir, at “menigheden” tók undir við hesum; men fólkið á Kirkju vistu av ongum, til menn komu at taka kirkjuna niður og fluttu hana til Hattarvíkar.

Tað neit sjálvsagt fast, men ikki fyrr enn í 1933 varð nýggja kirkjan vígd, og hana hátíðarhalda vit í dag.

Tað gingu sostatt umleið 100 ár, har ongin kirkja var á Kirkju. Tað ljóðar sera undarligt, og sum ein andsøgn í sjálvum sær- ongin kirkja á Kirkju.

----

Kirkjan var í heilt stóran mun fíggjað við gávum, innsavningum og sjálvbodnum arbeiði. Louis Zachariasen teknaði kirkjuna við fyrimynd í gomlu trækirkjunum, og eisini hettar arbeiðið var gáva.

Petur Pauli Poulsen var formaður fyri at laga grundina, og formaður fyri træsmíðinum var Jóannis Kristensen í Mittúni. Nógv av arbeiðinum var gjørt ókeypis, ella sjálvboðið. Undirtøkan í bygdini fyri at fáa kirkju bygda aftur á Kirkju var stór, og arbeiðið gekk bæði skjótt og væl. Tað tók eitt ár til kirkjan stóð liðug. Tað er eitt ófatiligt bragd.


Tí var tað sjálvsagt ein stórur dagur fyri kirkjufólkið á Kirkju, tá ið kirkjan stóð liðug og skuldi vígast 28. mai 1933. Jákup Dahl, próstur, vígdi kirkjuna og nógvir prestar vóru við til vígsluna.

Tað er eisini merkisvert, at vígslan, kirkjugongdin og alt, sum hoyrdi til, gekk fyri seg á føroyskum máli. Hetta var áðrenn vit høvdu fingið føroyskt kirkjumál. Eisini her hava tit verið undangongufólk.

----

Og tí er tað ikki einans eitt 90 ára hald, ið vit halda í dag, men ein hjartans tøkk og viðurkenning til øll teirra, sum slóðaðu fyri og tóku tey stóru tungu og neyðugu tøkini at fáa reist eina kirkju eftir ein 100 ára sakn.

 Her mugu vit eisini hugsa um ferðasambandið fyri 90 árum síðani. Ja, enn í dag er tað trupult, tíansheldur fyri 90 árum síðani. Fólk á útoyggj hava eitt serligt lívsmót. Tað hevur verið eitt ódnartak, eisini tá vit hugsa um fólkatalið. Tað sigur nakað um virkisfýsni og eldhuga, men eisini nakað um, hvussu nógv fólk eru tilreiðar at gera fyri kirkjuna. Eisini tí er kirkjan ikki bara ein bygningur.

 ----

 Sambært Hagstovuni búgva 30 fólk á Kirkju. Tí er tað heldur ikki bara sum at siga tað at hava kirkjugongd, at røkja kirkjuna og at veita tær tænastur, sum kirkjuni tørvar. Ofta liggur stór ábyrgd á fáum fólkum. Neyvan eru tit nakað undantak. Tí eiga tit stórt rós og stóra tøkk uppiborna fyri tykkara trúgvu tænastu. Eg skilji, at tit standa væl saman um kirkjuna, hava regluliga kirkjugongd og góða uppmøting. Tað sigur mær, at tit eru góð við kirkjuna. Og ikki minst, at tit velja at hátíðarhalda dagin í dag, vísir, at so er.

----

Fara vit heilt aftur til gomlu sagnirnar, so havi eg lisið meg til, at man í fyrndini metti, at Fugloyggin var flotoyggj. Menn róðu eftir henni og vildu festa hana í botnin, men teir fingu ikki fest hana, tí trøll stóðu fram við bakkanum og loftaðu øllum, sum roynt varð at kasta til at festa við. Tá savnaði man prestarnar saman og róð teir út í oynna, so teir kundu fáa oynna at standa fasta. Meðan teir róðu út, skuldu teir ikki missa oynna úr eygsjón. Ein av prestunum, tann fremsti, kastaði Bíbliuna upp á land, meðan hinir róðu. Tá hjálpti, sigur søgnin, og trøllini vendu um til kristna trúgv. Spor skulu hava staðið í bakkanum eftir hesum, men eru tey burtur av brimi nú.

Um tað er nakað um søgnina, skal eg lata vera ósagt, men í fluttum týdningi kunnu vit kanska - ein dag sum í dag - siga, at oyggin fekk sítt akker, ella sítt festi gjøgnum kirkjuna. Tað gav trúgv og kjølfesti til oynna. Oyggin var ikki longur flotoyggj. Neyvan heldur menniskjuni, hugsi eg.

----

Tað stendur eisini at lesa um floksmenninar úr Hattarvík, at tá ið teir vildu leggja alla Fugloynna undir seg og alvápnaðir herjaðu á á Kirkju, at fólkini tá flýddi inn í kirkjuna, tí hon var vígd og gav teimum verju.

Soleiðis er kirkjunnar boðskapur - líka frá gomlu sagnunum til dagin í dag - aktuellur. Kirkjan er okkara vernd og okkara verja.

Her hava vit lagt okkara álit gjøgnum øldir og ættarlið.

----

Sum barn minnist eg, at í mongum húsum hingu glansmyndir á bróstinum. Ofta var ein mynd av kirkjuni á staðnum saman við einum versi ella skriftstaði á. Tað, sum eg minnist best, og oftast sá, vóru orðini: “Latið her berast øld eftir øld, boð millum drottin og mannafjøld”. Eg skilti tað ikki reiðuliga tá, men í dag skilji eg tað kanska eitt sindur betri. Kirkjan, sum er vit øll, er eisini rúmið, har boðini, ella samtalan, millum menniskja og drottin fer fram. Tað er tá, at vit leggja alt í Harrans hendur.

----
Jóanes Purkhús er prestur á Kirkju og hoyrir kirkjan til Norðoya eystara prestagjald. Tað er eisini Jóanes prestur, sum hevur boðið mær við í dag og hjartans tøkk fyri tað. Tað er bæði ein heiður og ein stór æra at vera her.

Eg fari at enda við at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku á hesum stórfingna hátíðardegi, kirkjuliðnum, bygdafólkinum, presti, kirkjuráðnum, kirkjutænarum, klokkara, dekni, urguleikara, biskupi og allari kirkjuumsitingini og ynskja Harrans signing yvir verkið - og okkum øll. Bæði nú og í ókomnum tíðum.

Takk fyri og góða hvítusunnu.