
Gott kvøld øll somul og hjartans tøkk fyri heiðurin at seta Geytan. Spenningurin er í hásæti, nú vit skulu kjósa vinnaran í ársins stuttfilmakapping. Tað gleða vit okkum sjálvsagt til. Og hinvegin, so eru vit øll í veruleikanum vinnarar, nú tað er so stór menning í føroyskari filmsskapan.
Tað er fantastiskt at uppliva tað stóra virkisfýsnið, og tað áræðið, sum er. Tað er okkum øllum til stóran íblástur.
Filmurin knýtir nógvar listagreinar saman. Her er ljós, ljóð, upptøkufólk, og fólk sum klippa, týdningarmiklir sjónleikarir, rithøvundar at skriva handrit, málkøn, tónleikur, palllistafólk, design og alskyns førleikar, saman við fólki sum samskipa, skriva umsóknir, rinda rokningar, ringja, skriva og alt handa slag, sum skal til fyri at fáa filmin fluttan frá tanka, á løriftið og til okkum hyggjarar at uppliva.
Tað er ikki so lætt, sum tað kann tykjast frá einum tanka til ein lidnan film. Henda drúgva tilgongd mennir eisini nøkur serlig evni hjá filmsframleiðarum at samstarva og samskapa. Tað sæst aftur og merkist.
Tá ið vit vita, at so nógvar ymiskar listagreinar og ymisk fólk skulu til fyri at framleiða film, er einhvør íløga í allar tær ymisku listagreinarnar eisini ein óbeinleiðis íløga í filmin. Eg hugsi, sum eitt gott dømi, eisini um okkara dugnaligu sjónleikarar, sum hava stórar menningarmøguleikar til stórar filmsleiklutir, og sum kunnu vera við at fáa filmin út um landoddarnar.
Í gjár, tá ið eg opnaði facebook, kom eg beint inn á eitt rámandi uppslag hjá Kinnu Poulsen. Hon skrivaði: ”Við list skal land byggjast og myrkur rekast burt!” Vísu orðini raktu meg ordiliga. Tað er júst so, og tí skulu vit halda fast í, nú støðan í heiminum sær myrk út. Við listini fáa vit eisini vónina - og ikki minst relatiónina.
Føroyskur filmur er í rúkandi menning bæði listaliga og vinnuliga. Áhugin millum ung er stórur og støðið hækkar javnt og samt. Sum so mangan er listaliga umhvørvið frammanfyri politiska umhvørvið. Tit vaksa skjótari, enn vit hava klárað at fylgt við. Tað gongur rættan veg, men ov seint.
Nú frá fyrsta januar eru vit loksins komin til at skipa filmsjáttanina á fíggjarlógini í grunn og hava flutt hana til Mentanargrunnin at umsita. Soleiðis verður játtanin flutt frá einum politiskum umhvørvi í eitt fakligt umhvørvi. Armslongdarprinsippið verður tryggjað, og ongin politikari kann blanda seg í, hvør fær játtan og ikki. Listin skal stuðlast og ikki stýrast.
Eg eri ein av teimum, sum vaks upp áðrenn sjónvarp og teldur. Útvarpið, bløðini og biografurin vóru tað, ið vit høvdu, og so var onkur so heppin at eiga filmsapparat til Super8 filmar. Teir sóu vit ofta í føðingardøgum, og tað var ein stórhending.
Men í Vági var biografur, og vit sluppu i biograf hvønn leygardag. Tað var fantastiskt. At seta seg inn í myrkrið og spent fylgja við í tí sum fyrifórst á løriftinum var at uppliva ein nýggjan heim lata seg upp. Tað var als ikki í okkara hugaheimi, at vit einaferð fóru at fáa føroyskan film. Tíbetur hava dreymarnar hjá tykkum yvirhálað barnssinnið hjá smágentuni í Vági. Nú verður føroyskur filmur framleiddur í Føroyum. Tað er eitt bragd. Og hinvegin, hvør annar kann gera tað enn vit? Og hvør annar kann siga okkara søgur? Ongin, men øll onnur kunnu gera útlendskan film og siga aðrar søgur.
Onki er sum at sita í tí stóra salinum við tí stóra løriftinum og hyggja í felag. At rørast, óttast, frøast og øtast! At fáa søgur fortaldar frá veruleika og frá hugaheimi – um tað gerandisliga og um tað óhugsandi. Estetiskar upplivingar og lærdómur. Møguleikarnir eru so mangir við filminum, og filmur kann siga okkum øllum okkurt á so mangan hátt.
Tað er tað, ið vit eru komin saman um í kvøld, og nú er bert eftir at njóta hetta fagnaðarkvøld fyri føroyskum stuttfilmi.
Takk fyri!