02.06.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Samstarvsráðið fyri læraraútbúgving

Samstarvsráðið, sum ásett er í § 13 í kunngerð nr. 101 frá 17. juni 2021 um útbúgvin av fólkaskúlalærarum, er mannað og farið til verka at skipa arbeiðið. Fyrsta stigið er at lýsa læraraútbúgvingina bæði viðvíkjandi skipan og innihaldi.

Næstu evni, ætlanin er at leggja dent á at lýsa, eru, um samsvar er millum læraraútbúgvingina og arbeiðsøkið fólkaskúlans bæði við atliti at fakliga partinum, náms- og trivnaðarøkinum og samstarvspørtumnum hjá skúlunum, er samsvar millum fólkaskúlalógina og læraraútbúgvingina, er starvsvenjingin nøktandi, og er greiður samanhangur milllum læraraútbúgvingina og lærarayrkið. Er nýútbúni lærarin nóg væl brynjaður til starvið, har hann umframt fakliga partin skal skapa relatiónir, leiða flokkin, taka næmingarnar við upp á ráð og menna trivnaðin í flokkinum, ella eru hetta øki, sum koma afturat við mentorskipan, starvsroyndum og eftirútbúgving.

Limirnir í samstarvsráðnum eru frá vinstru á myndini: Hans Harryson, tilnevndur av Fróðskaparsetri Føroya, Eyðun Gaard, tilnevndur av Nám, Berlys Toftadal, tilnevnd av Kommunufelagnum, Jenny Lydersen, tilnevnd av landsstýrismanninum, Eyðdis Ejdesgaard, tilnevnd av Undirvísingarstýrinum, Vagn Foldbo, tilnevndur av Fólkaskúlaráðnum og Jacob Eli Olsen, tilnevndur av Føroya Lærarafelag. Páll Magnus Dam í Baianstovu, tilnevndur av teimum lesandi (vantar á myndini).