Heimildarfilmurin Heartist um listakvinnuna Sigruna Gunnarsdóttir var stórliga fagnaður, tá hann varð vístur í Scandinavia House til føroysku mentanardagarnar, sum byrjaðu í leygardagin 13. apríl.
Áðrenn filmin bjóðaði Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum, vælkomin og greiddi frá menningini í føroysku filmsvinnuni seinastu árini og undan filminum var forfilmur við nøkrum av teimum mongu føroysku filmunum, ið eru gjørdir seinastu árini, sýndur.
Heimildarfilmurin Heartist er um listakvinnuna Sigruna Gunnarsdóttir, ein estetisk lýsing av lívi hennara sum listakvinnu við altjóða uppgávum og framsýningum og um gerandisdagin á Eiði.
Mongu lógvabrestirnir eftir sýningina vístu, at her var talan um ein film, ið talaði til áskoðarafjøldina.
Eftir sýningina var prát við Sigruna Gunnarsdóttir, Beintu á Torkilsheyggi, sum saman við Marionnu Mørkøre hevur leikstjórnað, Jón Hammer, filmsframleiðara og Rógva Rasmussen, myndamann og filmsframleiðara.
Jón Hammer greiddi frá, at Heartist longu hevur vunnið virðisløn sum besti altjóða heimildarfilmur á filmsstevnuni DOC LA — Los Angeles Documentary Film Festival, og at tey eru sera fegin um at filmurin nú verður sýndur í New York.
Beinta á Torkilsheyggi greiddi frá tilgongdini til filmin, ið gjørdist væl drúgvari enn ætlað, og um tætta sambandið við Sigruna, ið eisini er vermamma hennara. Eisini greiddi hon frá um samstarvið við Katy Beveridge, ið hevur gjørt animatiónirnar í filminum, og sum geva listini hjá Sigruni eitt serligt flog.
Rógvi Rasmussen greiddi frá um serliga myndamálið í filminum, ið geva honum sín heilt serliga form – og um at ikki færri enn seks barnsburðir í filmstoyminum, ið høvdu við sær, at tað tók yvir fimm ár at gera filmin.
Filmssýningin er partur av stóra føroyska mentanarátakinum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House, sum er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America og er stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.
Meira kunning um føroyska mentanarátakið er á heimasíðuni hjá Scandinavia House: https://www.scandinaviahouse.org/
Myndir: Edwina Hay @arenotphotos