Norðurlendsku javnstøðumálaráðfrúur- og harrar hittast í hesum døgum á høvuðsborgini hjá ST í New York. Saman við umboðum úr øllum heimsins londum eru tey komin at samráðast og kjakast um kvinnurættindi og aktuellar avbjóðingar á javnstøðumótinum.
Høvuðsevnið í ár er hvussu nýskapan og tøkniligar broytingar og útbúgving í talgildu øldini kunnu vera við til at fremja javnstøðu millum kynini og styrkja kvinnur og gentur.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var mánadagin, saman við hinum norðurlendsku javnstøðumálaráðfrúunum og -harrunum, í einum pallborði, har tey umrøddu bæði møguleikar og avbjóðingar við stóru talgildu broytingunum, sum vit eru mitt í. Evnið til pallborðið var mótstøða ímóti javnstøðu undir heitinum “Pushing back the push-back”. Tað er ikki bara í Føroyum, at kjakið og arbeiðið at fremja javnstøðu er undir trýsti. Norðurlond eru fyrimyndir á hesum økinum, og í pallborðinum høvdu tey høvi at greiða frá, hvussu tey arbeiða við nøkrum av teimum avbjóðingum sum eru. Til ber at síggja pallborðið: HER
Sirið vísti millum annað á týdningin av javnrættindum og siðmenning, grundvirðir í okkara samfelag, sum vit skulu verja og virða. Hon vísti á, at vit í Føroyum í fleiri ár hava arbeitt við Sig frá verkætlanini, og at nýggj heildarætlan nú verður orðað, sum millum annað fer at hava átøk í mun til talgildan harðskap. Javnstøðulógin, sum verður 30 ár í komandi ár, skal dagførast. Í hesum og í øllum arbeiði er umráðandi at hava sivilsamfelagið við, og at fáa dreingir og menn at luttaka í arbeiðinum at fremja javnstøðu, soleiðis at vit tryggja, at øll verða hoyrd við tí endamáli at fáa eitt betri samfelag fyri øll.
Umframt pallborðið, var Sirið Stenberg við til setanina av CSW, á fundi við stjóran fyri UN Women, Sima Bahous, á fundi við grønlendska fíggjar- og javnstøðumálaráðfrúuni, Naaja H. Nathanielsen. Sunnudagin var hon á fundi við donsku talgilding- og javnstøðumálaráðfrúuni, Maria Bjerre.