Á pallborðsfundi í gjár, á árligu kvinnurættindaráðstevnuna hjá ST, umrøddu norðurlendsku javnstøðuminstararnir fíggjarliga javnstøðu.
Líka løn, javnari býti af barsburðarfarloyvi, góðir dagstovnar, útbúgving og jøvn politisk umboðan, vóru nakrar av teimum loysnunum, sum ministararnir vístu á, eru neyðugar at raðfesta í arbeiðinum fram móti betri javnstøðu.
Javnstøða kemur búskapinum, børnunum, trivnaðinum og samfelaginum sum heild til góðar.
Umframt at hava tikið lut í norðurlendskum pallborði, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, havt fleiri fundir og verið til fleiri tiltøk.
Í norðurlendska pallborðinum vísti Sirið m.a. á, at í Føroyum er stór lønargjógv í inntøkuni hjá kvinnum og monnum.
Sirið saman við norðurlendsku javnstøðuministarunum og Sima Sami Bahous, UN Women Executive Director, sum høvdu fund sunnukvøldið.
Sirið á fund við danska og grønlendska javnstøðuministarnar, Marie Bjerre og Naaja Nathanielsen.
Sirið og Naaja eftir fundin mánamorgunin, um felags avbjóðingar á javnstøðuøkinum.
Sirið, Naaja, Marie saman við Karen Ellemann, forkvinna í Norðurlendska ráðharraráðnum.