Í gjár byrjaði Føroyameistara- og Juniormeistarastevnan hjá Svimjisambandi Føroya, sum er fyriskipað saman við Havnar Svimjifelag í svimjihøllini í Gundadali. í hesum sambandi varð Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum boðin við at seta stevnuna, har hon í tí sambandi bar fram røðu.
Røðan kann lesast niðanfyri:
Góðu svimjarar, venjarar, dómarar, feløg, foreldur og avvarðandi og góðu øll, sum eru her og sum hvør á sín hátt eru partur av svimjingini og hesi stevnu.
Hjartans tøkk fyri stóra heiðurin at seta Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipað fyri í hesum døgum. Og alla hjartans eydnu og góð ynski til tykkum øll, sum skulu kappast. Tit eru nú komin til stóru finaluna í svimjiárinum, har tey bestu skulu finnast. Tað er altíð ómetaliga spennandi. Dagliga kappast tit nokk mest móti tykkum sjálvum, men nú verður tað móti hvør øðrum.
Tá ið eg hugsi um svimjing, so seti eg tað í samband við orð og hugtøk sum nógva og harða venjing, arbeiðssemi, treiskni, vilja, ágrýtni, ferðing, kapping og mangt annað. Eg hugsi eisini um nakað so einfalt sum vatn, og nakað so týdningarmikið sum familju og felagsskap. Hesi skal eg venda aftur til.
Tit svimjarar eru nakað heilt serligt. Bæði í gerandisdegnum, í føroysku svimjikappingini og tá ið tit umboða Føroyar uttan í heimi. Tað eru neyvan nøkur ítróttarfólk, sum venja so nógv sum tit. Hvønn dag, og ofta meira enn einaferð um dagin. Tit vita, at onki rennur upp úr turrum og skal man gera seg galdandi, so skal hart arbeiði til. Tað arbeiðssemi tit her læra er góður førningur at hava við sær út í lívið. Svimjingin krevur nógv av tykkum og eisini av familjunum hjá tykkum. Tað krevur í veruleikanum, at øll familjan er engagerað og luttekur. Alt familjulív verður lagt til rættis eftir venjingartíðum og nær kappingar eru. Tí er tað at vera svimjari, hóast einstaklingaítróttur, eisini nakað kollektivt. Tað er ein lívsstílur, sum familjan má taka stóran lut í, skal tað eydnast. Øll tey mongu, sum eru her í dag, siga okkum at so er.
Tit fara nú at kappast um hvørji verða Føroya bestu svimjarar. Nøkur verða glaðari enn onnur, tá ið avtornar. Øll vilja vinna, soleiðis er náttúran í kappingarítrótti. Men tá ið man er komin her til, sum tit nú eru, at svimja um at vera best í Føroyum, so kann man siga, at tit longu hava vunnið tykkum sæti millum tey bestu. Ein vinnur, men øll eru góð, og øll eru tit góð nokk bæði so og so. Minnist altíð til tað.
Hetta verður ivaleyst seinasta føroyameistarakapping í hesum svimjihylinum. Nýggjur langhylur er á veg, sum fer at geva tykkum munandi betri umstøður.
Tað er fantastiskt, at tað verður raðfest at geva svimjing, og ítrótti sum heild góðar karmar. Tað lønar seg aftur í allar mátar. Tað finst neyvan nakað betri átak enn ítróttur at fremja heilsu, felagsskap og trivnað og neyvan er nakað fyribyrgingarátak størri enn ítróttur. Ítróttur er nokk nógv tann størsti frítíðarfelagsskapur í Føroyum.
ÍSF hevur eina góða og týdningarmikla strategi fyri ítróttina.
Miðvíst verður arbeitt við ítrótti fyri øll, at fjálga um øll tey mongu sjálvbodnu, um ítróttargleði fyrst og fremst og at skapa betri úrvalsumhvørvi. Hetta eru góð mál til øll feløg at seta sær. At hugsa um at fáa so mong við sum gjørligt, og at seta trivnaðin í hásæti fyri seinni at kunna enda við eini sterkari elitu. Soleiðis hanga breiddarítróttin og úrvalsítróttin óloysiliga saman. Og soleiðis fær man burðardygg feløg. So eins týdningarmiklir sum dagarnir henda stevnan, føroyameistarastevnan, fer fram er, eins týdningarmikið er tað allatíðina at hava tilgongd av nýggjum og yngri svimjarum.
Nógv er hent bara í míni tíð, tá ið tað kemur til góðar karmar um ítróttina. Nógv er eisini broytt, tá ið tað kemur til felagsskapir sum heild. Eg minnist væl fyrstu ferð eg var og svam í Gundadali. Hylurin var úti. Minnist hvussu kalt tað var. Tá ið eg var smágenta, var ongin svimjihylur í Vági, men tá ið vit fingu nýggja skúlan í 1979 opnaðist ein heilt nýggjur heimur seg fyri okkum børnum. So framsíggin var man longu tá, at skúlin hevði 25 metra svimjihyl. Tað var slóðbrótandi. Í kjalarvørrinum av tí kom sjálvandi svimjifelagið og seinni Pálshøll. So karmar hava nógv at siga. Tað síggja vit eisini í tølum, at tað í veruleikanum eru alt ov nógv børn, sum ikki duga at svimja serliga har, sum ongin svimjihylur er.
Tað er nakað serligt at koma inn í eina svimjihøll. Vatnið, angin, ljóðið. Fyri meg er tað knýtt at vælveru, fyri tykkum nokk meira knýtt at hørðum arbeiði og venjing. Men eg ivist ikki í, at tit eisini njóta tað. Vatn er so sansaligt og lívgevandi.
Vit sum búgva í Føroyum rópa okkum ofta havsins børn. Vit eru øll so ella so knýtt at havinum-vatninum. Tað savnar okkum og tað skilir okkum. Men vatn er ikki nakað sereyðkenni fyri føroyingar, men fyri øll menniskju. Sjálvt áðrenn vit koma í verðina liggja vit í vatni og svimja. Vatn er fortreyt fyri øllum lívi. Tað er í okkum og tað er rundanum okkum. Vatn er eitt av grundelementunum í mytologiini og heilagu skriftunum, har man m.a. doypir við vatni. Uttan vatn kunnu hvørki vit ella jørðin eksistera. Vit vera drigin at tí. Mugu síggja tað. Merkja tað. Hvørt smábarn finnur sær altíð ein lítlan hyl at hoppa í, og vit vaksnu fara ein túr runt vatnið ella mugu síggja út á sjógv. Tað – vatnið - er grundleggjandi partur av lívsgóðskuni.
Onki kann standa einsamalt. Heldur ikki vatnið, sum er samansett av tveimum ymiskum grundstoffum. Einsamalt er tað onki, ella luft. Menniskjan trívist heldur ikki einsamalt, og saman við øðrum mennast vit. Hóast tit nú kappast móti hvør øðrum so eru tit eisini í felagsskapi. Fleiri, vónandi øll, eru tit vinfólk og svimjingin tekur nógv av tykkara tíð. Tann tíðin verður brúkt í feløgunum. Mín vón skal vera, at tit í feløgunum hava ein góðan og mennandi felagsskap, sum eisini savnar tykkum um tað at vera ung, og at hava tað stuttligt. Tað sum skilir tykkum í dag, kappingin, savnar tykkum í morgin. Tær felags upplivingar tit fáa koma tit at hava við tykkum á lívsleiðini.
So kappist nú øll tit fyrimyndarligu ungu, og gerið tykkara allarbesta. Tit eru ófør. Og hugnið tykkum so eisini saman aftaná so felagsskapur og vinalag eisini verður tað sum stendur eftir.
Við hesum orðum er Føroyameistarastevnan 2023 sett og eg ynski tykkum av hjarta eina góða og minnisríka stevnu í góðum ítróttaranda.
Takk fyri.