Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur verið á gátt hjá Fountainhúsinum í vikuni.
Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.
Undir vitjanini fekk landsstýriskvinnan kunning um virksemið hjá Fountainhúsinum.
Endamálið hjá Fountainhúsinum er at skapa eina meiningsfulla tilveru og innihald í gerandisdagin. Tað er umráðandi, at øll hava nakað at koma upp til, og fáa møguleikan til at skapa positivar og varandi broytingar í teirra lívi. Fountainhúsið hevur sum aðalmál at stuðla teirra limum í at brúka sínar styrkir og menna teirra førleikar.
Tað koma millum 30-40 limir til arbeiðis í Fountainhúsinum um vikuna, tað veri seg í køkseindini, skrivistovueindini, húsinum, urtagarðinum, til handaligt arbeiði ella annað virksemi. Tá ið limirnir hava verið eina tíð, og megna at koma víðari, hjálpa starvsfólkini í Fountainhúsinum teimum í aðra fyriskipan. Øll kunnu seta seg í samband við Fountainhúsið. Tað er eingin bíðilisti, og eingin tørvur er á ávísing.
Fountainhúsið hevur sum mál, at allir limir kenna at tey megna nakað, at tey eru nakað, at tað er tørvur á teimum og at tey gera mun. Hetta er ein sera týdningarmikil boðskapur, og ger Fountainhúsið eitt stórt og umráðandi arbeiði fyri sínar limir.
Á myndini: Súna Mørk, Birita Petersen, Súsanna Winther Poulsen, Sirið Stenberg og Andrias Hansen.