Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í gjár og vitjaði Javna. Javni hevði boðið landsstýriskvinnuni á fund at greiða frá, hvørjum Javni arbeiðir við, og hvørjum málum, tey meta, at landsstýriskvinnan eigur at arbeiða við.
Eitt nú varð nomið við tørvin á búplássum, umlætting og aðrar skipanir, ið kunnu betrast. Eisini greiddi Javni frá, týdninginum av – eisini hjá fólki við menningartarni – at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.
“Hetta var ein góður fundur og nógv viðkomandi viðurskifti vórðu umrødd, og eg gleði meg til eitt gott og gevandi samstarv við Javna komandi árini,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum.
Mynd:
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum,
Fía Petersen forkvinna í Javna,
Elisabeth Maria Rasmussen, næstforkvinna,
Fríðbjørg Hammer, tiltakslimur,
Marjun Lützen, dagligur leiðari og
Ragnhild Dahl, ráðgevi