Nýggja framsýningin um føroysk klæði hugtók landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, tá hon í dag var á vitjan á Tjóðsavninum.
Hon gleddist um nýggju framsýningina um føroysku klæðini hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni, men eisini um tað fjølbroytta virksemið, ið arbeitt verður við á deildunum á Tjóðsavninum.
Vitjanin í framsýningini í Brekkutúni í Hoyvík var partur av skránni, tá landsstýriskvinnan vitjaði plantudeildina og djóradeildina á Debesartrøð, fornfrøðideildina, bygningadeildina, fólkalívsdeildina og útisavnið Hoyvíksgarð í Kúrdali og sjódjóradeildina í Kaldbak.
Á vitjanini kunnaðu eitt nú Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á plantudeildin, Leivur Janus Hansen, savnsvørður á djóradeildini og Agnes Kreiling, lívfrøðingur, um arbeiðið við verkætlanini at skráseta náttúruna í Koltri.
Á fólkalívsdeildini kunnaði Margretha Nónklett, savnsvørður, um at tey í løtuni arbeiða við eini framsýning um kvinnuligar fotografar úr Danmark, Íslandi og Føroyum, sum virkaðu báðu megin aldaskifti 1900. Framsýningin Í skugganum letur upp á mentanarnáttini í Havn 2. juni.
Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, greiddi landsstýriskvinnuna frá virkseminum hjá savninum og um ætlanirnar hjá Tjóðsavninum í Koltri, á hvalastøðini við Áir og aðrastaðni kring landið.
Á Tjóðsavninum eru tey sera fegin um, at talið av vitjandi hækkar, og at serliga føroyskar familjur við børnum vitja Tjóðsavnið oftari. Tjóðsavnið hevur summarhálvuna opið hvønn dag frá 10 til 17.
Mynd frá útisavninum Hoyvíksgarði í Kúrdali. Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Sanna Hansen, fíggjar- og fyrisitingarleiðari á Tjóðsavninum, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildin í Almanna- og mentamálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum og Armgarð Weihe, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum.