15.05.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið Stenberg vitjaði á Tjóðskjalasavninum

Sirið Stenberg vitjaði á Tjóðskjalasavninum
1 / 2

Seyðabrævið, ið er hondskrivað á skinn, og nýggjari talgild savnindi frá almennu fyrisitingini. So vítt fevnir goymslan av skjalasavnindum á Tjóðskjalasavninum, ið landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, vitjaði seinnapartin mánadagin.

Víðfevnda virksemið hjá Tjóðskjalasavninum, at tryggja bæði eldri savnindi, ið eru skrivað á skinn ella pappír, og nýggjari talgild savnindi, ið eisini verða varðveitt talgilt, hevur alstóran týdning fyri samfelagið, fyri granskingina og fyri rættartrygdina hjá tí einstaka", segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, eftir vitjanina.

Vitjað varð á verkstaðnum, har arbeitt verður við talgildari varðveiting av savnindum og landsstýriskvinnan nýtti høvi at kunna seg um mannagongdirnar í sambandi við avhending av talgildum savnindum. Tað hevur stóran týdning, at góðskan í savnindunum, ið verða avhend, er á góð, fyri á tann hátt at kunna tryggja varðveiting og atkomu til talgildu savnindini í framtíðini.

Landsstýriskvinnan vitjaði eisini lesistovuna hjá Tjóðskjalasavninum, har tað ber til hjá granskarum og øðrum at fáa atgongd til savnindi. Ein stórur partur av teimum mest nýttu savnindunum eru skannað og atkomulig á heimasíðunum hjá Tjóðskjalasavninum, og tað hevur lætt um hjá teimum, ið hava tørv á atgongd til savnindi, eitt nú í sambandi við bókaútgávur av ymsum slagi.

Rættulig gongd er seinasta árið komin á avhendingina av talgildum savnindum frá almennum stovnum til Tjóðskjalasavnið, og talgilda varðveitingin fyllir ein alt størri part av virkseminum hjá Tjóðskjalasavninum.

Heili 37 avhendingar eru framdar síðani Tjóðskjalasavnið fór undir at taka í móti talgildum savnindum, og fleiri avhendingar eru á veg.

Mynd 1:
Sámal Tróndur Finnsson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum og Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum hyggja at hondskrivaðu útgávuni av Indberetninger fra en reise i Færøe 1781 og 1782 hjá Jens Chr. Svabo, sum er í varðveitslu á goymsluni hjá Tjóðskjalasavninum.

Mynd2:
Á KT-verkstaðnum á Tjóðskjalasavninum. Sámal Tróndur Finnsson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, Hanna Simona Christiansen, KT-arkivarur og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.