Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, vitjaði á Tjóðpalli Føroya 21. mars 2023. Hon fekk høvi at síggja umstøðurnar og hoyra um virksemið hjá Tjóðpallinum.
Jenny C. Petersen, stjóri, greiddi frá týdninginum av at seta upp upprunaføroysk leikverk og frá ætlanunum, sum liggja fyri framman.
Landsstýriskvinnan helt, at virksemið hjá Tjóðpallinum hevur stóran týdning fyri samleika, mál og mentan okkara. Bæði landsstýriskvinnan og stjórin hildu, at tørvur veruliga er á at fáa betri karmar til palllistina, og at tað er tiltrongt at fara undir at byggja Tjóðleikhúsið í nærmastu framtíð.
Mynd 1:
Jenny C. Petersen, stjóri og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Mynd 2:
Jenny C. Petersen, stjóri, Birna Heinesen, næstforkvinna í Leiklistaráðnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri og Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri