14.04.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið vitjað Dugna

Sirið vitjað Dugna
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, var í dag á vitjan í hølunum hjá Dugna á Hjalla í Hoyvík.
 
Vitjanin var í sambandi við, at Dugni hevði aðalfund. Leiðslan og stýrið í Dugna greiddu frá um ætlanirnar og ynskini, sum tey hava fyri framtíðina, umframt fjølbroytta virkseminum hjá Dugna kring landið. Eftir aðalfundin var høvi at síggja virksemið á Hjalla og heilsa upp á starvsfólkini, sum vóru á staðnum.
 
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum. Endamálið hjá Dugna er at øll, ið fáa pláss hjá Dugna, koma í útbúgving, arbeiði ella hóskandi tiltak. Kjarnuvirksemið er at vera arbeiðstarnaðum til hjálpar við m.a. at royna arbeiðsevnini, menna arbeiðsmøguleikarnar og at skipa fyri endurbúgving. 
 
Dugni hevur verkskúlatilboð í Tórshavn, Suðuroy og á Kambsdali, skúlatilboð við Áir, eins og nakrar sølubúðir kring landið.
 
Á myndini: Martin Karl Olsen, Eyðstein Jacobsen, Hedvig Johansdóttir, Sirið Stenberg, Elkin Klettheyggj, Stig Elttør, Barbara S. Berg og Magni á Deild Olsen.