Skipan við dagpengum vegna sjúku orsakað av COVID-19 er longd til 15. februar
Løgtingið hevur einmælt samtykt, at løgtingslógin um dagpening vegna sjúku í sambandi við COVID-19 skal halda fram til og við 15. februar. Lógin, sum hevur virkað í útvið tvey ár, var annars sett at fara úr gildi 1. februar 2022, men Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, legði fyrr í vikuni eitt uppskot fyri Løgtingið, um at leingja gildistíðina til 15. februar 2022.
Lóggávan er nú í samsvar við ætlanirnar hjá landsstýrinum, at Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag. Tann 15. februar verða tilmælini um sóttarhald broytt soleiðis, at bert tey, sum eru smittað, skulu í sóttarhald. Samstundis fara serligu COVID-19 ásetingarnar í dagpengalógini úr gildi. Tey, sum aftaná 15. februar verða smittað við COVID-19, verða tá fevnd av vanligum reglum um dagpening ella løn undir sjúku.