Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur í dag og í gjár verið á norðurlendskum ráðharrafundi í Stavanger í Noreg.
Norðurlendsku ráðharrarnir í almannamálum umrøddu m.a. hvussu londini arbeiða við at fáa fleiri ung í arbeiði, í útbúgving og at taka lut í samfelagnum, sum heild, og hvussu norðurlendska samstarvið kann styrkja londini at gerast betur at møta vaksandi avbjóðingunum, sum eru á hesum økinum.
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, vísti m.a. á, at vit í Føroyum ikki hava somu avbjóðingar við arbeiðsloysi millum ung, men vit hóast hetta síggja somu tendensir, sum í hinum londunum, við at fleiri ung hava vánaliga sálarheilsu og at fleiri ikki fullføra miðnámsútbúgvingar. Samstundis hava Føroyar, sum eitt lítið land, ikki nóg fjølbroytt tilboð til at lofta ungum, sum stríðast við ymsum avbjóðingum. Arbeitt verður við at styrkja fyribyrgjandi og tvørgeiraliga arbeiðið fyri at forða fyri, at ung detta niðurmillum.