15.03.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Sólvit E. Nolsø setti ráðstevnu um støðuna á eldraøkinum

Sólvit E. Nolsø setti ráðstevnu um støðuna á eldraøkinum

Í dag var ráðstevna um støðuna á eldraøkinum, sum Landsfelag Pensjónista saman við øðrum skipaði fyri. Nógv ymiskt og áhugavert var á skránni, og nógv fólk vóru møtt. Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, setti ráðstevnuna og helt í hesum sambandi hesa røðu:

Góðan morgun øll somul.

Í dag eru vit savnað her í Norðurlandahúsinum um evnið eldraøkið. Vit brynja okkum til dagsins avbjóðingar eins og tær komandi. Hetta krevur allar góðar kreftir. “Góður er gamal í ráðum”, sigur orðatakið, sum eisini gevur afturljóð í útsøgnini um gráa gullið. Og uttan hetta tilfeingið gerst onki.

Eldrapolitikkur tekur støði í ST-samtykt frá 1991, sum yvirskipað snýr seg um fimm grundreglurnar: sjálvræði, luttøku, umsorgan, sjálvsmenning og virðileika.

Tá eldraøkið 1. januar 2015 varð lagt til kommunurnar, varð umsitingin av heimatænastuni og eldrarøktini samstundis flutt hagar. Og sum landsstýrismaður í almannamálum eri eg ein av ábyrgdarhavarunum av eldraøkinum.

Við støði í nýggju eldralógini eru ásetingar gjørdar bæði fyri hvørji rættindi eldri borgarar hava og hvørjar skyldur kommunurnar hava mótvegis borgarunum. Lógin skal soleiðis tryggja okkara eldru borgarum samfelags rættindi og tænastur.

Tað er bæði hugaligt, gott og ikki minni neyðugt at síggja, at eftirmetingin av eldralógini er sett á skránna her í dag, eins og sjóneykan verður sett á at skilja og meta um nýggjar møguleikar innan tænastuna á eldraøkinum.

At eldast broytir liviumstøðurnar hjá øllum. Hetta vísir seg á fleiri mótum, eitt nú við bústaði.

At kunna flyta í ein minni bústað, ið er tillagaður eldri fólki, er eitt ynski, sum gongur aftur millum eldri.

Men gerandisdagurin kann vendast á høvdið eftir eini løtu, og førleikin at búgva fyri seg sjálvan verður tikin frá fólki. Tørvur er tá á meira hjálp og tænastum, og tí verður talan um ein tørv á at fáa búpláss á sambýli ella røktarheimi. Breiddin á bústaðatilboðum skal tí lagast eftir hesum tørvi.

Sum landsstýrismaður havi eg eisini ábyrgdina av bústaðaøkinum, og verður hetta mál eisini á skránni í dag.

At eldrafeløgini kring landið eru virkin, síggja og hoyra vit dagliga. Lokalfeløgini skipa fyri nógvum tiltøkum og túrum og hava ein virknan leiklut í mun til sínar limir. Tann sosiali parturin og møguleikin at hittast er ikki at undirmeta.

Sum krummtappur fyri hesi eldrafeløg er Landsfelag Pensjónista, sum virkar meira yvirskipað. Og í sambandi við lógararbeiði innan pensjónsøkið, er felagið ein týdningarmikil sparringspartur.

Afturat hesum eru eisini eldraráðini, sum hava til endamáls at ráðgeva býráðspolitikarum og at tryggja, at tey eldru verða tikin við í viðkomandi málum.

Tað er ein sannroynd, at okkara eldru eiga lívsroyndir og vitan, sum eiga at verða gagnnýtt og tiknar í álvara av okkara fólkaræði.

Eitt øki, har eg sum landsstýrismaður havi havt fokus frá fyrsta degi, er trotið á arbeiðsmegi á eldraøkinum. Ein veruleiki, sum meldar seg dag og dagliga, og sum tað er alneyðugt at fáa gjørt nakað við.

Avbjóðingin er tvíbýtt: okkum manglar útbúgvin starvsfólk innan økið, samstundis sum tann eldri parturin av verandi starvsfólkum hevur verið sendur av arbeiðsmarknaðinum.

Tíbetur er breið undirtøka fyri at fáa rættað upp á hesar avbjóðingar. At fáa útbúgvið starvsfólk er ikki løtuverk, men starvsfólkatrotið eigur at verða tikið í álvara. Sum liður í hesum er frágreiðingin um starvsfólkatrotið nú ávegis.

At aldursmarkið fyri at kunna vera virkin á arbeiðsmarknaðin er hækkað er eitt gott og neyðugt stig. Og gott er her í dag at fáa haldgóða kunning um, hvussu pensjónin verður mótroknað í sambandi við arbeiði.

Samstundis mugu fyrireikingarnar til at betra útbúgvingarmøguleikarnar verða loystir, so fleiri fáa møguleikan at útbúgva seg til starvsfólk innan eldraøkið.

Talið av eldri fólki í Føroyum er vaksandi og fer at vaksa í framtíðini. Hetta eiga og mugu vit taka hædd fyri, ikki minst fyri at tryggja neyðugu amboðini og fakliga tilfeingið til at lofta okkara eldru borgarum.

Sum útgangsstøði eiga vit sum samfelag at tryggja okkara eldru umstøður og karmar til at kunna halda fram við einum virknum og virðiligum gerandisdegi so leingi, sum til ber.

Sum landsstýrismaður fari eg í mínum arbeiði at virka fyri, at hesin bólkur av fólki ikki dettur niður ímillum.

Ein liður í tilgongdini at menna eitt rúmligt og eldravinarligt samfelag  er at skapa opinleika og rúma kjaki. Tað er hendan ráðstevnan eisini ein týdningarmikil lutur í. Tit í Landsfelag Pensjónista, ið hava skipað fyri og havt ábyrgd av hesi ráðstevnu, tykkum fari eg at veita ein hjartans tøkk!

Tað skal vera mítt ynski, at vit øll taka av tí góða førningi, sum verður borin okkum á hesi ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag.

Takk fyri!