Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku.
Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki.
Endamálið við Samtykkiátøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Ársins átak hevur tí fingið heitið Spyr bara - sex krevur samtykki
Og hetta verður boðskapur okkara á fleiri av teimum tiltøkum, ið verða fyriskipaði runt landið í summar. Umframt hetta fer átakið at koyra á sosialu miðlunum, har boðskapurin verður settur upp við myndum og “memes”.
Vit heita á fólk um at deila uppsløgini. Samstundis minna vit øll á, at tað er neyðugt at tora at práta saman og seta orð á sína millum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggini #spyrbara og #samtykki.
Samtykki hevur eisini sína egnu heimasíðu www.samtykki.fo. Á síðuni er kunning um samtykki og tilfarið frá undanfarnu árum er tøkt.
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri Samtykkiátakinum.