Stjórin á Tjóðsavninum farin til verka
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, heilsaði hósdagin upp á Herleif Hammer, sum 1. januar í ár byrjaði í føstum starvi, sum stjóri á Tjóðsavninum.
Á fundinum í Almanna- og mentamálaráðnum var høvi at umrøða Koltursætlanina, sum er farin av bakkastokki, og ætlanina við nýggjum goymslubygningi til Tjóðsavnið, sum skjøtul nú verður settur á.
Stjórin á Tjóðsavninum skal standa á odda fyri víðfevnda virkseminum á Tjóðsavninum, sum fevnir um bæði mentan og náttúru. Tjóðsavnið savnar, skrásetur, varðveitir og granskar í náttúru- og mentanararvi landsins. Tjóðsavnið umsitur eisini lóggávu og stuðulsskipanir á økinum.
Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti. Harumframt hevur Herleif Hammer leiðsluútbúgving og drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum rektari á táverandi Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Herleif Hammer er formaður í føroysku UNESCO-nevndini.