Føroysku mentanardagarnir í New York halda fram. Týskvøldið 16. apríl helt Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur við heitinum The Faroe Islands and the Arcticfication of the North í Scandinavia House.
Fyrilesturin snúði seg um føroyska søgu og mentan og um, hvussu broytingarnar, sum nú henda í arktiska økinum, ávirka Føroyar.
Bergur Djurhuus Hansen greiddi frá menningini av føroyska samfelagnum, um tjóðskaparrørsluna, málstríðið og um føroyskar bókmentir og um tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
Bergur Djurhuus Hansen vísti á, at hóast Føroyar landafrøðiliga liggja sunnan fyri polarsirkulin, so eru Føroyar partur av Arktis, og oyggjarnar verða av summum sæddar sum góðir løgasteinar á leiðini norðureftir. Slíkar hugsanir síggjast eisini í gomlum ferðafrásagnum, ið lýstu Føroyar sum endan á Evropa - eitt markamót í Norðuratlantshavi.
Bergur Djurhuus Hansen vísti á, at fólk í Føroyum fylgja sera væl við í, hvussu onnur lýsa tey og teirra land, og at spurningar um, hvørja leið Føroyar skulu halda í altjóða politikki og á annan hátt støðugt eru til almenna umrøðu.
Eftir fyrilesturin høvdu áhoyrararnir høvi at seta spurningar, og áhugin fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum var stórur. Áhoyrararnir vildu eitt nú vita meira um føroyskt mál, tilflyting, búskap, átrúnað, burðardygd og sambandið við umheimin.
Kyle Reinhart frá Scandinavia House takkaði fyri kvøldið. Tiltakið var partur av stóra føroyska mentanarátakinum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Visit Faroe Islands skipa fyri í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House frá apríl til juli. Mentanardagarnir eru stuðlaðir av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.
Les meira um føroyska mentanarátakið á heimasíðuni hjá Scandinavia House: