Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 sæst, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum raðfestur bygging av nýggjum kirkjum.
Heilar tvær kirkjusóknir, sum í mong ár hava arbeitt við at byggja nýggjar kirkjur, eru nú komnar so væl á leið við fyrireikingunum, at líkindi eru fyri, at landsstýriskvinnan í 2023 kann geva teimum loyvi til fara undir verkætlanirnar. Stuðulin í 2023 er ætlaður til fyrireikingar og projektering, og er skotin upp at vera 4,62 milliónir tilsamans.
Hetta er veruliga eitt stig rætta vegin, at tað fyri fyrstu ferð síðani málsøkið fólkakirkjan í 2007 kom á føroyskar hendur, nú er raðfest á fíggjarlógini at seta av pening til at stuðla at nýggjar kirkjur verða bygdar” sigur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg