19.07.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Stuðul til film 2024 - seinna umfar

Stuðul til film 2024 - seinna umfar

Almanna- og mentamálaráðið lýsir nú við møguleikanum at søkja um stuðul til film í 2024.

Talan er um seinna umfar, og freistin at søkja er 1. september 2024, kl.15:00.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Stuðulin til film er 4,5  milliónir krónur í 2024, og eftir at býta út í hesum umfari eru umleið  2 millión krónur.

Umsóknarblað kann takast niður her.