Almanna- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2024.
Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðuni hjá Almanna- og mentamálaráðnum www.ammr.fo undir ”Mentan” – ”Stuðul” og niðast undir ”Umsóknarbløð um stuðul” ella kunnu fáast við at venda sær til Almanna- og mentamálaráðið. Freistin at søkja um stuðul er mánadagin 18. desembur 2023.
Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.
Umsóknir skulu sendast til:
Almanna- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella um t-post til ammr@ammr.fo
GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024. Játtanin í 2023 var 650.000 kr.