Almanna- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2025.
Umsóknarblað kann heintast her.
Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.
Umsóknir skulu sendast til:
Almanna- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella sum t-post til ammr@ammr.fo
GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan er tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025.
Freistin at søkja um stuðul er mánadagin 2. desembur 2024 kl. 15.00.