Landsstýrið hevur mist ein av sínum royndastu løgfrøðingum, Almanna- og mentamálaráðið ein dugnaligan leiðara og góðan vin.
Mikudagin 5. apríl bórust boðini, at Marjun, bert 48 ára gomul, ikki var millum okkum longur.
Marjun varð sett sum deildarstjóri í 2009 í tí tá nýggja Almannamálaráðnum, har hon fekk litið upp í hendur at skipa og leiða deildina, sum hevði ábyrgd av lógarsmíði og politiskari ráðgeving.
Hon kom frá bankaverðini, men hevði áðrenn tað eisini fleiri ára royndir sum løgfrøðingur í Tinganesi, m.a. sum leiðandi løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum. Eg minnist, at hon í sambandi við setanina hevði víst á aðalstjóran í Fiskimálaráðnum sum ummælara, og tá eg tosaði við hann, rósti hann henni almikið fyri sínar fakligu dygdir og persónliga lyndi. At hann meinti hetta, tað ivist eg ikki í, tí nøkur ár seinni – hugsi at tað hevur verið í 2016 – bað sami aðalstjóri meg um at læna hana eitt skifti at smíða lóggávuna í sambandi við ætlaðu fiskivinnunýskipanina.
Marjun hevði ein sterkan fakligan autoritet og var altíð góð í ráðum. Hon var umhugsin, og sum leiðari hevði hon eina góða moralska kumpass. Av lyndi var Marjun ikki hartrópandi, men hon hevði ein sermerktan smittandi látur, sum ongin kundi standa ímóti. Og so dámdi henni væl høghælaðar skógvar, sum hoyrdist, tá hon nærkaðist kontórinum hjá tær og stakk høvdið inn fyri at spyrja til okkurt mál ella bara heilsa uppá. Hon sá okkum øll, og tað savnaði okkum. Harumframt var hon ein, sum fekk okkurt frá hondini - úr rúgvuni kann eg nevna lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, Pensjónsnýskipanina og Vælferðarpakkan, sum hon og hennara starvsfelagar høvdu ábyrgdina av.
Hon var sera familjukær, og læt eisini okkum starvsfelagar fáa innlit í lívið saman við sínum allar kærastu. Til serligar løtur vitjaðu vit heimið hjá teimum Heina og børnunum Regini, Óðini, Ingeborg Lilju og Heimi - og tey vitjaðu her.
Hóast hon var sjúkrameldað, so varðveitti hon tilknýtið til arbeiðið undir allari sjúkraleguni og veitti okkum ráð og vegleiðing, tá vit ikki vistu okkum aðrar staðni at fara við okkara ivamálum.
Nú er røddin og stevið tagnað, og eftir sita vit starvsfelagarnir við nógvum ríkum minnum um ein góðan starvsfelaga.
Friður og Guds signing veri við minninum um okkara góða starvsfelaga og vin, Marjun Turid Magnussen.
Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum